Útlendsku ferðafólkini skulu fáa fisk at eta

Norski fiskimálaráðharrin fýlist á, at matstøðini í Norðurnoregi fylla matarseðilin við kjøtvørum. Tær skulu bjóða gestunum fisk, sigur hon

Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, gav norsku ferðavinnuni ein umgang, tá hon í síðstu viku helt fyrilestur á einari ferðavinnuráðstevnu í Oslo, og tað var serliga ferðavinnan í Norðurnoregi, sum stóð fyri skotum.

-Tað er syrgiligt at lesa matarseðilin á teimum flestu norðurnorsku matstovunum, segði ráðharrin.

Hon vísti á, at Noreg er kent um allan heim sum ein stór fiskivinnutjóð, men á matarseðlunum finna teir útlendsku gestirnir lítið annað enn pizza og búffar.

-Tey fremmandu ferðafólkini vita, at vit eru eitt fiskivinnuland, og tí vænta tey at fáa nógvan og áhugaverdan fiskamat. Men sannleikin er, at ferðafólkini eru vónbrotin um tann matin, sum tey fáa á borðið, segði ein sjáldsama opinskáraður ráðharri.

Við blaðið Nordlys sigur Helga Pedersen, at fiskaídnaðurin og ferðavinnan hava svikið. Hon ásannar tó, at tey sera strongu góðsku- og eftirlitskrøvini forða lokalum fiskavirkjum at selja lokalu ferðavinnuni mat, og tí hevur hon biðið umsitingina finna eina smidligari mannagongd. Sjálv er hon ikki í iva um, at Noreg eigur at gera meiri burtur úr fiskinum sum ferðafólkamati.

-Fiskaídnaðurin og ferðavinnan eiga at læra av italiumonnum, sum eru stoltir av fiski sum sermati til tey fremmandu ferðafólkini, sigur Helga Pedersen.