Útlendskur áhugi fyri

Í morgin er seinasta freist hjá fólki at seta pening í Atlantic Petroleum, sum í hesum døgum hækkar partapeningin. Kapitalhækkingin er marknaðarførd uttanlands, og har er áhugi fyri at ogna sær partabrøv í føroyska oljufelagnum

Hósdagin 29. juni kl. 16.00, tvs. seinnapartin í morgin, endar fyrsta kapitalhækkingin hjá Atlantic Petroleum, eftir at felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Longu nú kann staðfestast, at áhugi er fyri at seta pening í føroyska oljufelagið  eisini millum útlendskar íleggjarar.

Kapitalhækkingin endar ikki fyrr enn í morgin, men vit kunnu longu staðfesta, at áhugi er fyri at seta pening í felagið. Vit hava eisini merkt ein ávísan útlendskan áhuga fyri okkara partabrøvum, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.

Hóast felagið er virkið uttanlands, eru partaeigararnir í Atlantic Petroleum fyri stóran part føroyskir. Tá kapitalhækkingin varð almannakunngjørd seinast í apríl, segði Wilhelm Petersen m.a., at útlendskir íleggjarar eru meira enn vælkomnir upp í skaran av partaeigarum.

Marknaðarføring uttanlands
Henda fyrsta føroyska kapitalhækkingin av sínum slag er marknaðarførd uttanlands. Umframt lýsingar í bløðum hevur Atlantic Petroleum lýst á heimasíðum í Danmark og Íslandi. Lýsingar hava verið at sæð á heimasíðunum hjá Euroinvestor og íløgubankanum Eik Bank í Danmark og á síðunum hjá Morgunblaðnum og størsta íslendska sparikassanum Spron.

Lýsingaherferðin fyri føroysku oljupartabrøvunum er serliga vend móti privatum íleggjarum, meðan teir sonevndu institionellu íleggjararnir, ið vanliga gera stórar íløgur, hava fingið vitjan frá Atlantic Petroleum og Føroya Sparikassa. Føroya Sparikassi stendur fyri kapitalhækkingini.

Tað hevur verið sera áhugavert at vitjað útlendsku partarnar, og vit hava fingið positiva móttøku allastaðni, har vit eru komnir á gátt, sigur Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassa.

Trýst á
Tá møgleiki er at gera íløgur sum hesa í Atlantic Petroleum, er vanligt, at stórur íløguhugur vísir seg millum privatar íleggjarar seinastu dagarnar í tekningartíðarskeiðinum. Soleiðis verður helst eisini hesaferð, metir fíggjardeildin í Føroya Sparikassa, sum stendur fyri kapitalhækkingini.

Endamálið við at hækka partapeningin er fyrst og fremst lutvíst at fíggja menningina av oljuøkinum Ettrick. Í øðrum lagi skal kapitalhækkingin fíggja nýggj keyp hjá Atlantic Petroleum.( (Eins og verandi partabrøv verða nýggju partabrøvini skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya á ICEX.

Allir teir føroysku peningastovnarnir eru tekningarstøð, og tí ber til hjá fólki at venda sær til sín egna peningastovn at keypa partabrøv í Atlantic Petroleum.