Upptakt
Tað hevur gingið av skriðjuni til hjá B68, síðani summarsteðin. Alla fyrru kappingarhálvu vóru teir við til at mynda oddin í landskappingini, men frá at vera biðil til heiðursmerki, er liðið seinastu tríggjar vikurnar »degraderað« til eina miðalvøru í bestu deildini.
Hóast tað sær svart út, so kunnu toftamenn tó framvegis skapa eitt sindur av spenningi í heiðursmerkjastríðnum, men tað krevur so, at trý stig fáast til vega sunnudagin, og tað verður helst alt annað enn lætt.
Fastir fúsur í Europa
Fyrst og fremst eru toftamenn skerdir í verjupartinum, har Hans Fróði Hansen hevur leikbann, eftir at hann í seinastu minuttunum av dystinum móti B36 royndi seg sum málverji. Hinvegin er ordiligi málverjin hjá B68, Michal Kokoszanek, við aftur, eftir at hann hevði leikbann ta ferðina.
Gøtumenn eru undan dystinum í eini heldur betri støðu enn toftamenn. Teir hava kanska mist ov nógv, til at gera seg galdandi heilt í oddinum, men við einum sigri sunnudagin halda teir framvegis fast í vónini um eitt pláss millum trý tey fremstu, og harvið enn eitt ár úti í Europa, soleiðis sum teir plaga at gera.
Eftir at bæði Bartal Eliasen og Magni Jarnskor vóru burtur frá við leikbanni seinasta dystin, eru gøtumenninir hesa ferð fullmannaðir, og so verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer at fara.