Toyota og Hyundai liggja fremstir

Fyrra hálvár liggja Toyota og Hyundai lið um lið á odda í sølutølunum fyri nýggjar bilar.

 

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni um bilahagtølini fyrra hálvar í ár

Sum vit skrivaðu leygardagin, so er ein ávís afturgongd í bilasøluni í Føroyum. Í samlaðu søluni av øllum skrásettum akførum er afturgongd fyrra hálvár í ár um 9 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Taka vit bara persónbilarnar, so er afturgongdin eitt vet undir 9 prosent.

Mest seldu bilar higartil í ár eru Toyota og Hyundai, sum stavn um stavn liggja á odda. Hjá báðum bilmerkjunum er talan um 141 seldar bilar ársins fyrstu seks mánaðir. 

Listin sær soleiðis út:

1. HYUNDAI 141

2. TOYOTA 141

3. RENAULT 127

4. VOLKSWAGEN 126

5. FORD 104

6. NISSAN 70

7. SUZUKI 69

8. MERCEDES-BENZ 54

9. VOLVO 50

10. KIA 42

Sølutølini fyri juni mánað í ár eru hesi:

1. TOYOTA 29

2. VOLKSWAGEN 19

3. HYUNDAI 18

4. VOLVO 13

5. BRENDERUP 12

6. FORD 10

7. BMW 7

8. KASSBOHRER 6

9. KIA 6

10. NISSAN 6