Niels Uni Dam
Tá Kimi Raikkonen lyfti steypið fyri at hava vunnið kanadisku formel 1 koyringina, tyktist tað heldur løgið. Kimi hevur verið tann óhepni í ár. Hann hevur koyrt ótrúliga væl, uttan at fáa tey uppibornu stigini. Men í dag var hann slettis ikki sannførandi, og bæði liðfelagin Montoya, og báðir Renault bilarnir koyrdu betur enn Kimi. Men nú vóru teir, teir óhepnu.
Jenson Button og Michael Schumacher skelkaðu leygardagin við at takað fyrstu byrjunarrøð. Men longu áðrenn fyrsta sving, vóru Renault bilarnir sum vant fremstir. Men fyri einaferð skuld var tað Giancarlo Fisichella, sum var fremstur og Fernando Alonso, sum var næstur. Bæði Michael Schumacher og Jenson Button høvdu ringa byrjan, og mistu fleiri pláss.
Fisichella helt fyrsta plássinum til 33 umferð, tá hann fekk girtrupuleikar og koyrdi í pit, har hann gavst. Alonso var nú fremstur, við Juan Pablo Montoya og Kimi Raikkonen beint í hølunum.
Á 38. umferð var tað liðugt fyri Renault. Við orðunum "There's something wrong with the car" koyrdi Alonso í pit, aftan á at hava rakt veggin. Høgra bakdekk var punkterað, og bilurin var ov illa skaddur til at halda fram.
Montoya var nú á odda, framman fyri liðfelagan Raikkonen, aftan fyri hann vóru Jenson Button og Michael Schumacher. Á 47. umferð rakti Jenson Button ein kantstein, so hart, at vinstra framdekk brotnaði av. Bilurin stóð so illa fyri, at trygdarbilurin varð koyrdur út á breytina. Allir bilarnir skundaðu sær í pit, meðan alt felti varð savnað. Við einans 23 umferðum eftir, blivu allar pitætlanir nullstillaðar, allir bilar fingu tað bensini, sum skuldi til at koyra á mál.
Bert oddabilurin Juan Pablo Montoya bleiv ikki róptur inn, tí liðið gjørdi eitt mistak. Hetta flutti beinleiðis Raikkonen framum liðfelagan, og Montoya varð í øðini, tá hann koyrdi út aftur úr pit, tíanverri var øðin so stór, at hann ikki sá reyða ljósið í pittinum. Trygdarbilurin var á veg framvið, og tí var neyðugt at bíða. Montoya koyrdi beint út, og bleiv av hesum diskvalifiseraður.
Nú lá Raikkonen fremstur og Michael Schumacher á øðrum plássi, Trulli varð á triðja plássi, og Rubens Barrichello, sum var byrjaður aftastur, var á fjórða plássi. Tá 63 umferðir vóru farnar læstu bremsurnar hjá Trulli, og hann noyddist at gevast. Nú var Raikkonen fremstur, og báðir Ferrari bilarnir vóru á næstu plássunum. Michael Schumacher royndi at fanga Raikkonen, sum hevði trupuleikar við róðrinum. Men orsaka av ferðslu, gjørdist hann ongantíð ordiliga næskur. Og koyringin endaði soleiðis.