Trýstið á Souness økist

Spurningurin er nú, hvussu leingi Graeme Souness sleppur at sita í heita stólinum í Newcastle. Í dag hevði Newcastle vitjan av Blackburn, og tað gjørdist útiliðið, sum fór við sigrinum. Norðmaðurin Morten Gamst Pedersen skoraði einasta málið í dystinum eitt korter fyri leiklok.
Botnuppgerðin millum Birmingham og Portsmouth gjørdist málrík, og tað var heimaliðið, ið veruliga gjørdi bart í hesum dystinum. Birmingham vann nevniliga 5-0 og fór harvið av næstaftasta plássi framum Portsmouth.
Tottenham hevði ein gyltan møguleika at leggja enn meira sjógv millum seg og Arsenal, men Spurs fekk bert javnt 0-0 á heimavølli ímóti Aston Villa.
Middlesbrough tapti aftur hetta vikuskiftið eftir lemjandi 7-0 ósigurin síðsta vikuskiftið. Middlesbrough tók ímóti Wigan, sum vann 3-2. Neil Mellor skoraði sigursmálið í 93. minutti. Hetta var samstundis fyrsti dystur hjá Mellor fyri nýggja felagið, eftir at hann varð leigaður úr Liverpool.
Bolton vann 2-0 á heimavølli ímóti Manchester City, sum ikki megnaði at endurtaka bragdið, tá teir síðsta vikuskifti vunnu á grannunum, United.