Eisini vit í Skjótisambandinum fingu teldupost, har vit vóru spurd um at koma við einum yvirliti, so sendingin kundi leggjast til rættis og sum sagt varð: "Vit rokna við, at eini tretivu/fjøruti fólk - umboðandi flest allar kappingargreinir - verða gestir í sendingini".
Vit svaraðu skjótt, men hoyrdu síðan einki aftur fyrr enn spurt varð um, hvat fór at henda.
Jú - soljóðandi svar kom (brot): "? at bogaskjóting verður ikki umrødd í sendingini í kvøld. Sama er við øðrum kappingargreinum. Okkum tykir, at heldur lítið er "at fara eftir" í summum kappingargreinum, nú tað ikki er oyggjaleikaár. Tveir tímar er trongligt, tá tú skalt umrøða føroyskan ítrótt í einum heilum ári, men tit vóru á tekniborðinum til einaferð seint í gjárkvøldið. Kanska fer onkur at halda, at vit gera ivaleysa nógv burtur úr ávísum kappingargreinum, men tað er so okkara prioritering. Sumt hevur størri og breiðari áhuga millum manna enn annað, og tað endurspeglast so eisini í slíkum sendingum. Vónandi skilja tit okkum".
Eg skilji tykkum væl, men skulu vit taka saman um tær vanligu ítróttarsendingarnar leygar- og sunnukvøld gjøgnum alt árið, so er tað ikki altíð, at alt verður tikið við har heldur, tí "tað er ikki pláss fyri tí", verður sagt frá tí útvarpsmanni, sum tekur ímóti. Og eingin ivi er um, at orsøkin einamest er fótbóltur - útlendskur fótbóltur.
Eg kann ikki siga, at vit í teimum ítróttarsendingunum hava verið beinleiðis við sviðið soð, tí vit hava fyri langari tíð síðan funnið útav, at vit skulu sjálvi senda alt skrivliga inn, so verður tað helst lisið upp.
Eg haldi meg minnast, at avtala er gjørd millum ÚF og ÍSF um, at ÚF skal taka við allan ítrótt við, um tilfar verður latið inn í góðari tíð. Men ferð eftir ferð er tað onkur ávísur, sum hevur hug at skúgva smáítróttin til síðis og raðfesta annarleiðis.
Hvat bleiv umrøtt?
Ítróttargreinarnar blivu umrøddar soleiðis: Fótbóltur 47% og 8 innsløg, har 23% av tí var um útlendskan fótbólt - ella 12% av allari sendingini. Kappróður 14%, harav 20% av tí var útlendskt - ella 3% av allari sendingini. Hondbóltur 10%. Svimjing 6%, har 72% var um altjóða døming - ella 5% av allari sendingini. Fræslur ítróttur, súkling og triatlon 5%. Talv og bridge 5%. Flogbóltur 4%, har umleið helvtin var útlendskt. Fjallaklintring 3%. ÍSB 3%. Doping 3%.
Íalt 9 ítróttargreinar + doping.
Eftir standa fimleikur, borðtennis, badminton, judo, bogaskjóting, byrsuskjóting, golf, kurvabóltur, tennis, karate, taekwondo, ríðing, froskmenn, dart og billiard. Íalt 15 ítróttargreinar. Havi eg gloymt nakað, biði eg orsaka.
Samanumtikið var nógv tann størsti parturin um fótbólt - ikki so merkiligt, um hugsað verður um tann eina vertin.
Men at raðfesta eina ítróttargrein so høgt í mun til øll hini er ikki rætt, tá vit hugsa um, hvussu nógva umrøðu fótbólturin fær gjøgnum alt árið. Heldur ikki er heilt rætt, at meiri enn 20% av allari sendingini er um reint útlendskt tilfar.
Eg tími ikki at fara nærri inn á, hvat eisini kundi veri við í sendingini, ella hvat kundi veri meiri umrøtt. Okkurt var meiri áhugavert enn annað at hoyra um - soleiðis er altíð hjá øllum. Tó haldi eg, at tær ítróttargreinar, sum vanliga ikki fáa so nógva umrøðu sum fótbólturin, áttu at fingið meiri pláss í tílíkari sending. Á handa hátt tit gjørdu, kundu tit líka so væl gjørt eina fótbóltsending burturav.
Vit í Skjótisambandinum ynskja øllum teimum umrøddu íttróttargreinunum alt tað besta - og øllum tí gloymda ítróttinum eisini.
At tað kemur eitt annað ár har tað kanska verður meiri at "fara eftir" í eini líknandi sending er ikki óvíst, men við hesi viðferð vit fáa ferð eftir ferð, so er óvíst um vit ynskja at luttaka.
Gott nýggjár øll somul - við ynski um eitt gott komandi ítróttarár.