Í triathlon skulu íðkararnir kappast í svimjing, renning og súkkling. Kappingin sunnudagin er tann triðja, sum FTF skipar fyri í ár, og tað er tann triðja í Grand Prix 2002. Kappast hevur verið tvær ferðir í duathlon, sum er svimjing og renning, men hesuferð skulu íðkararnir súkkla eisini.
Lagt verður fyri við at svimja, síðani verður súkklað og at enda fara luttakararnir í renniskógvarnar. Teinurin í hylinum í Havn er 750 metrar, súkklað verður 20 kilometrar og at enda verður runnið 5 kilometrar. Súkklað verður frá svimjihøllini, oman eftir Eystara Ringvegi, eftir vegnum Yviri við Strond til rundkoyringina við Skansan, har luttakararnir venda. Leiðin gongur síðani niðan til rundkoyringina við R.C. Effersøes gøtu og Eystara Ringveg. Hesin teinurin skal koyrast tríggjar ferðir. Renningin byrjar við Plantusøluna og runnið verður yvir til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og niðan aftur til Plantusøluna, har málið er.
Nú tvey umfør í Grand Prix 2002 hava verið, liggur Hallur Stakksund á odda hjá monnum, og Rannvá Jacobsen er fremst hjá kvinnum. Hallur var næstfremst í fyrstu kappingini og vann ta næstu. Hann hevur tí 72 stig tilsamans. Rannvá vann fyrstu kappingina og var nummar tvey í tí næstu kappingini. Hon hevur tí somuleiðis 72 stig.
Kappingin verður sunnudagin klokkan 13, og luttakararnir skulu møta klokkan 12. Tilmelding er hjá Evald Rasmussen á tlf. 31 65 52.