TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge meta um dystirnar í miðumfarinum - fjúrtanda umfarinum - í effodeildini.
Tróndur gevur B36 eina lítla favorittstøðu ímóti HB, men hann torir ikki at taka dagar millum NSÍ og Víking í dystinum við Løkin í Runavík.
Rás2 sigur annars frá trimum dystum hetta vikuskiftið. Sagt verður frá B36-HB, NSÍ-Víkingur, sum byrja klokkan 15. Sagt verður eisini frá AB-KÍ, sum byrjar klokkan 17.15. Fótbóltsendingin byrjar klokkan 14.15.
Á in.fo ber til at fylgja við øllum dystunum í effodeildini.