Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tryggjað sær fleiri avtalur um kinesiskt keyp av amerikanskum vørum.
Tað segði Trump í samrøðu við sjónvarpsstøðina Fox News í sambandi við eina vitjan í Kina, har hann í gjár hitti kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Trump sigur, at hann fekk lovað, at Xi Jinping fer at keypa 200 amerikansk Boeing-flogfør.
– 200 av teimum stóru. Hatta eru nógv flogfør. Boeing hevði vónað at selt 150, men teir fingu bílegging av 200, sigur Donald Trump.
Forsetin sigur eisini, at Kina fer at keypa amerikanska olju.
Hetta hendir, tá Trump í samrøðuni verður spurdur, um Kina kann hjálpa USA at ávirka Iran til at gera eina avtalu.
Trump nevnir, at Kina fær ein stóran part av orkunýtsluni frá olju, sum verður skipað út úr Hormuzsundinum.
Sundið hevur í stóran mun verið stongt síðani 28. februar, tá USA og Ísrael settu fyrstu bylgjuna av álopum á Iran. Seinni boðaði Iran frá, at tað fór at krevja toll fyri at loyva skipum at fara ígjøgnum.
– Hann (Xi Jinping, red.) vil hava Hormuzsundið opið. Hann er ikki glaður fyri, at teir eru farnir at krevja toll, sigur Donald Trump.
– Kina hevur játtað at keypa olju frá USA. Kinesisk skip verða send til Texas, Louisiana og Alaska, sigur forsetin.
Trump leggur afturat, at Kina hevur stóran tørv á orku, og at USA hevur "óavmarkaða orku".
Forsetin sigur eisini, at Kina fer at keypa amerikanskar landbúnaðarvørur - eitt nú soyabønir.
Fleiri amerikanskir vinnulívsleiðarar fylgja Trump á vitjan hansara í Kina.
Stovnarin av Tesla, Elon Musk, stjórin í Nvidia, Jensen Huang, og Tim Cook hjá Apple eru millum teirra við á ferðini.
Donald Trump nevnir fyri Fox News, at á fundinum við Xi Jinping hósdagin royndi hann eisini at tala fyri Visa. Visa rekur eitt av heimsins mest brúktu gjaldskort.
Trump sigur, at hann spurdi Xi Jinping, hví Visa ikki kann sleppa at virka á kinesiska marknaðinum.
/Ritzau/










