Trý skip á Fuglafirði við svartkjafti

Skipini eru Fagraberg, Jupiter og Christian í Grótinum, harav Fagraberg og Christian í Grótinum hava størstu nøgdirnar

Í dag veit Havsbrún at siga, hvørjar landingarnar hava verið og verða til virkið hesa vikuna - viku 20.

 

Sagt verður, at Fagraberg hevur verið við 2900 tonsum, Jupiter er í dag við 1400 tonsum, og síðan er Christian í Grótinum við 2700 tosum.

 

Hyggja vit eftir viku 19, sum er undanfarna vika, var Polar Ammassak við 2000 tonsum, Fagraberg við 2700 tonsum og Birita við 1600 tonsum.

 

Einki verður sagt um, hvat fiskaslagið er, sum skipini eru komin við, men vit kunnu gita, at alt er svartkjaftur.