Lutakast
Føroyameistararnir úr Vági skulu til Hvítarusslands, tá farið verður í holt við undankappingarumfarið til UEFA-Champions League.
Vágbingar hitta har FC Slavia Mozyr, og hóast tað er torført at fáa nakað at vita um hetta liðið, so er lítið at ivast í, at talan er um eitt rættiliga sterkt mótstøðulið, tó at støðan kundi verið enn verri hjá VB.
UEFA-Cup
Gøtumenn fingu ivaleyst ringastas lutakastið av føroysku liðunum. Í UEFA-Cup kappingini skulu gøtumenn hitta FK Obilic úr Jugoslavia, og gøtumenn tóktust eisini ásanna, at hetta verður ein ov stórur biti.
- Vit høvdu vóna, at vit drógu antin Wlfsborg ella FC Midtjylland, men tað er so einki at gera við, segði Petur Holm, sum umboðar GÍ, í stuttari viðmerking eftir lutakastið.
Teir, sum eru best nøgdir, eru ivaleyst HB. Hóast teir neyvan hava tann stóra ítróttarliga møguleikan móti Grazer AK úr Eysturríki, so liggur hetta landafrøðisliga sera væl fyri.
Alt í alt var lutakastið sostatt ikki tað hepnasta fyri føroyskan fótbólt, og staðfestast kann helst, at tað neyvan verður í ár, at føroysk lið fara at vinna seg víðari í europeiskum kappingum.