WHO váttaði í gjár, at minst trý fólk í Vietnam eru deyð av einari influansa-sjúku, sum stavar frá høsnavirusinum. Samstundis hava vietnamesisku heilsumyndugleikarnir kunngjørt, at seinastu fjúrtan dagarnar eru tíggju børn og eitt vaksið fólk deyð av influansu í høvuðsstaðnum Hanoi.
Kanningar hjá WHO hava síðani víst, at tvey av børnunum og ein vaksin maður vóru vorðin smittað høsnavirusinum. Tað er ikki greitt, um hini doyðu av somu orsøk.
Heimsheilsustovnurin sigur, at 1,2 millión høsnarungar eru deyðir av einum influensavirusi. Hetta løgna virusið hevur serliga gjørt um seg har suðuri í Vietnam, og í síðstu viku doyðu fleiri túsund høsn av tí, sigur WHO. Enn er kortini ikki frætt um fólk har suðuri í Vietnam, sum hava fingið smittuna, og heimsheilsustovnurin og teir vietnamesisku myndugleikarnir royna nú at forða fyri, at sjúkan skal breiða seg.
Í Suðurkorea hava heilsumyndugleikarnir váttað, at minst eitt fólk har er smittað av høsnavirusi.