Í dag fóru tey til arbeiðis á nýggja uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri. Tí sigur tað seg sjálvt, at lagið er gott millum suðuroyingar.
Leygardagin var TB til arbeiðis á nýggja graslíkinum á Svangaskarði, og tvøramenn fingu løn fyri stríðið, hóast tað leingi ikki sá nakað serligt út.
Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið tað eydnaðist at javna til 1-1. Málskjútti var Gilli Sørensen, sum sendi fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið beinleiðis í málið aftanfyri Hans Jørgensen.
Nýggja TB fjepparafelagið var mannsterkt á Svangaskarði, og bæði millum teir svart og hvít stríputu innanfyri girðingina og millum tey á áskoðaraplássunum norðanfyri vøllin var fagnaðurin øgiligur.
Tað var lætt at skilja.
Talan var um lyklauppgerð í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Úrslitið bar við sær, at TB heldur tørn um fjarstøðuna til niðurflytingarplássið, sum B68 heldur summarfrí á.
Og úrslitið var undirstriking av, at tað loysir seg at arbeiða.
B68 var í steðginum frammanfyri við málinum, sum miðvallarin Ndende skoraði, tá ið stórur hálvur tími var farin. Skjóti síðuspælarin í høgru, Jónleif Højgaard, streyk fram ímóti baklinjuni, og so smekkaði hann til ímóti málinum. Ivan Stojkovic í TB málinum hálvbjargaði, og so var senegalesiski miðvallarin fyrstur á returbóltinum.
At B68 legði seg framum var ikki so óvæntað. Spælið hekk hampuliga væl saman hjá heimaliðnum í 1. hálvleiki, tá ið Jann Ingi Petersen, sum leingi hevur verið burtur frá orsaka av skaða, var eyðsýndur á sentrala miðvøllinum. At hann ikki kom á vøllin eftir steðgin var smeitur, serliga tá ið Jústinus R. Hansen, sum plagar at vera sentralur, ikki var á liðnum, tí hann var burturstaddur.
Grammir gestir
Beinanvegin eftir steðgin sást, at tilvitanin millum TB spælararnar var stór um, at nógv stóð upp á spæl, og at tað seinni í ár kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri niðurflytingina, at tað eydnaðist at fáa úrtøku við av Svangaskarði.
Tað var smeitur fyri TB, at Rógvi Joensen, sum var sentralur miðvallari saman við Martini Tausen, longu eftir stórt korter noyddist skaddur av vøllinum. Unglingaspælarin Poul Ingason loysti av, og eisini hann var sannur brandur, tá ið TB støðugt arbeiddi, stríddist og spældi fyri at fáa týdningarmikla málið.
Tvøramenn vóru grammir og skjótir. Sum 2. hálvleikur leið, vunnu teir flestu nærdystirnar, teir vóru fyrstir á returbóltunum, teir fluttu seg væl, og samanspælið riggaði, og ikki minst Gilli Sørensen var við sínum skjótleika støðug hóttan í álopspartinum.
Fjeppararnir koydu á TB, men Hans Jørgensen í B68 málinum helt tørn saman við miðverjunum Oddi og Jóhan Dávur Højgaard og Dánjali Paula Højgaard og Einari Hansen í borðunum, hóast Gilli Sørensen í vinstru og Dan Mortensen í høgru vóru sprelskir og vandamiklir.
Og so var tað í evstu løtu, at tað eydnaðist TB at javna. Tórur Mortensen, sum sat á beinkinum, sá gult fyri at leypa inn á vøllin at fegnast saman við kátu liðfeløgunum, og í tíðini, sum Eiler Rasmussen hevði lagt aftrat, sóu bæði Einar Hansen og Óli Olsen hjá B68 gula kortið, tá ið vónbrotnu menninir gjørdu frustratións fríspørk.
Á nýggja uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri kunnu tey saman við øllum øðrum TB viðhaldsfólkum fegnast um TB avrikið á Svangaskarði leygardagin, og av tí kunnu tey læra, at tað loysir seg at dríva á!
Stór avbjóðing
Toftamenn fegnast um nýggja vøllin, sum ber við sær hópin betri umstøður bæði at venja og spæla. Tað er einki at siga til, at teir vóru ógvuliga vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um leiðsluna, ið teir høvdu vunnið sær í 1. hálvleiki.
Keita var á vøllinum síðsta lítla hálva tíman, og tá ið bæði hann og Emmanuel Ukpai eftir summarsteðgin verða førir fyri at spæla við fullari ferð, og tá ið Kamara eisini verður komin fyri seg, so eiga vánir at vera fyri, at tað skal eydnast at skava stigini saman, sum skulu til fyri at varðveita sessin í fremstu røð. Fyribils kann ikki hugsast um meiri enn hetta.
Takið er í tólv teimum seinastu umførunum at vinna trý stig fleiri enn NSÍ og fýra stig fleiri enn TB. Eftir síðsta umfarið undan summarsteðginum kennist tað ikki at vera so lítið!