Onkur hevur skemtandi tikið til, at teir eru somikið gamlir, at fleiri teirra hava verið føroyameistarar við Havnarbátinum.
Tað eru hóast alt ikki meira enn fimm ár síðani, at Havnarbáturin seinast vann FM. Men tað er einki at taka seg aftur í, at manningin á hvíta tíggjumannafarinum við drekastevninum telist millum tær eldru í landinum. Bróðurparturin av teimum, sum í dag manna føroyska kappróðrarflotan munnu eisini vera fødd eftir 1985, men júst hetta árið sótu Olaf Vesturgarð og Toni Dam á toftubekkinum á Havnarbátinum. Og nú vit skriva 2013, eru tað somu menn, sum sita á sama bekki.
60 kilo lættari
Seinnu árini hevur tað fleiri ferðir staðið á at manna Havnarbátin, og fyri stolta felagið í Álakeri hevur støðan verið mest sum eyðmýkjandi.
Hóast hetta helst eisini hevur vigað nakað, so var tað ikki hetta í sjálvum sær, sum førdi til avgerðina, har eitt av úrslitunum er, at meðalaldurin á manningini í dag táttar í 43 ár.
- Allir hava vit róð nógv við ymsum manningum millum ár og dag, og í fjør gjørdu vit av, at vit skuldu taka lut í old-boys kappingini. Vit vandu hampuliga nógv, og vit vunnu eisini hampuliga trygt, sigur Magni Brøðraberg, sum er yngsti maðurin umborð.
- Tað førdi við sær, at vit fóru at hugsa um, hvussu vit kundu fáa harðari mótstøðu. Tað besta hevði avgjørt verið, um okkurt millumting var millum old-boys og so 10-mannaførini, har talan veruliga er um knallharða kapping.
- Tankin og prátið gjørdust alt meira seriøs, og sum við so nógvum, so byrjaði núverandi proektið, tá onkur segði “tað hevði nú verið stuttligt veruliga at roynt seg”.
- Vit hava allir róð nógv, og eru tí vanir við at vera hampuliga væl fyri, men tað kanska vóru onkrir okkara dekan ov prúðir. Vit vóru eisini eisini allir fullgreiðir um, at tað skuldi nógv til, skuldu vit ikki gera okkum fyri skommum í 10-mannafarsróðrinum. Og síðani í vetur hava vit veruliga lagt nógv fyri í royndunum. Bæði kostur og venjing eru løgd til rættis eftir málinum, og eitt av úrslitunum er, at báturin í dag er 60 kilo lættari, enn hann var, tá vit kappaðust við old-boys í fjør, sigur Magni.
Var ov gamal í 1996
Saman við Magna situr aldursforsetin á bátinum – 48 ára gamli Jógvan Jacobsen – og hóast vit nú skulu undir næsta FM-róðurin á árinum, so tykist Jógvan hava eitt sindur ilt við at trúgva, at teir nú gera tað, sum teir bara skemtaðu við í vetur.
- Eg byrjaði at rógva í ’88. Longu í 1996 minnist eg, at fleiri hildu meg vera ov gamlan til kappróður, og tá var eg bara 31 ár. So tað sigur seg sjálvt, at tað er ótrúliga stuttligt, at vit framvegis kunnu vera við, heldur hann.
Men hvussu er við venjingini. 60 kilo eru burtur siga tit, men skal ikki sera nógv til, áðrenn tú ert nóg væl fyri til slíka kapping.
- Jú, tað skal tað, og hetta hevur eisini verið ótrúliga strævið, men tað er samstundis stuttligt. Í øllum førum er tað stuttligt, nú vit veruliga eru í form, men tað var kanska ikki altíð líka stuttligt, meðan vit stríddust fyri at koma til har, vit eru nú. Tú skalt eisini minnast til, at manningarnar á hinum bátinum hava vant meira ella minni út í eitt í fleiri ár. Vit hava kanska verið toluliga væl fyri, men tað eru fleiri ár síðani, at vit seinast hava vant slíka venjing. Yngru kappingarneytarnir hava tí havt eina heldur lættari fyrireiking, tí teir frá byrjan hava verið nógv betur fyri enn vit, eins og tað eisini er ein sanroynd, at kroppurin hvílir skjótari, tá tú ert 28 heldur enn 48, sigur Jógvan.
- Tú kanst sjálvandi eisini siga, at vit hava royndirnar, sum kunnu gera, at vit kunnu blanda okkum í kappingina um gullið. Men tú skalt eisini minnast til, at okkum tørvar dystarvenjing, um tú kanst siga so. Hóast vit allir hava róð nógv gjøgnum árini, so eru tað altso eini 10-15 ár síðani, at flestu okkara veruliga fingu roynt seg í FM-róðri, og tí er nakað av rusti, sum má bankast burtur, um tú sammetir okkum við yngru manningarnar, heldur Magni.
Fordómar motiveraðu
Í kappróðrarumhvørvinum vóru helst fleiri, sum mest av øllum høvdu hug at smílast, tá tíðindini um manningina á Havnarbátinum bórust, men tað er nú ikki nakað, sum hevur nervað garvaðu rógvararnar umborð.
- Tað hevur kanska heldur verið ein motivatión hjá okkum. Hetta at vit veruliga skuldu vísa teimum. Men samstundis hevur ivin alla tíðina verið til staðar. Undan norðoyastevnuni høvdu vit ikki ánilsi fyri, um vit endaðu fimm ella tíggu bátslongdir aftan fyri hinar, og onkur tók skemtandi til, at tað var væl ikki verri enn so, at vit bara kundu flyta aftur til old-boys kappingina, um vit gørdu okkum fyri skommum millum teir yngru, heldur Magni.
Men saman við restini av kappróðrar-Føroyum kundu teir báðir og hinir umborð staðfesta, at roynda manningin so langt ífrá hevur gjørt sær fyri skommum, nú teir aftur taka lut í tí, sum av mongum verður rópt formel-1 innan kappróður.
Gamaní var Suðuroyingur toluliga tryggur á fremsta plássinum, men munurin millum Klaksvíking á øðrum plássi og Havnarbátin á triðja plássi var bert hálvt sekund, og tað kundi bent á, at vit væl og virðiliga kunnu rokna við onkrum ordans vørri gjøgnum árið.
- Nú fáa vit at síggja. Vit hava so ikki sett okkum mál um gull í FM ella á nakrari ávísari stevnu. Eg haldi eg bara sigi, sum tey plaga at siga í fótbólti – at vit taka ein róður í senn. Vit royna sjálvandi at gera okkara besta, men tað skal nógv ganga rætta vegin, um vit skulu røkka til eitt gullmerki. Samstundis eru vit eisini nakað viðbreknir, tí skaðarnir koma heldur títtari í dag, enn teir plagdu at gera, og tað hava vit longu merkt, sigur Jógvan.
- Men tað skal eingin ivi vera um, at vit gera alt tað, sum vit eru mentir. So mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Jógvan at enda.
Manningin
Jógvan Jacobsen (róðursmaður)
Magni Brøðraberg
Skarpheðin Njálsson
Olaf Vesturgarð
Fróði Magnussen
Toni Dam
Ingi á Tórðgari
(eykamaður fyri skaddan Páll Olaf Jacobsen)
Gunnleiv í Gerðinum
Jógvan Clementsen
Jógvan Jacobsen
Djóni í Geil