Tveir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

Tveir bilførarar vóru í gjár skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

Annar teirra hevði rent á ein lyktapela í Saltangará fyri klokkan átta gjáramorgunin. Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin var ávirkaður, og tað vísti seg so at vera. Har varð blóðroynd tikin, og bilførarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Aftur í gjárkvøldið um áttatíðina var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoy.

Í nátt hevur løgreglan ikki hava so nógv at gera, onkur full fólk hevur løgreglan tó fingið á føtur aftur og fingið tey til hús.