Annar maðurin varð varðhaldsfongslaður til 21. august, meðan hin skal sita í varðhaldi til 17. august. Annar teirra er íslendingur, hin er útlendskur ríkisborgari.
Málið snýr seg um eitt harðskapsmál í einum bústaði á Kársnesi í Kópavogi í gjár. Maðurin, sum varð fyri harðskapinum, varð fluttur á Landspítalan, har hann doyði seinni sama dag.
Sambært løgregluni var tann deyði ein útlendskur ríkisborgari í 50-árunum.
Fleiri fólk vórðu handtikin í sambandi við málið beint eftir hendingina, men nú eru tveir menn varðhaldsfongslaðir, meðan løgreglan heldur fram við kanningini.
Løgreglan á høvuðstaðarøkinum hevur higartil verið sera varin við at geva upplýsingar um málið.










