TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna, sum var á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum tá hevði sæð sínar spælarar venda einum hóttandi 0-1 tapi ímóti TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági til ein 2-1 sigur.
Heðin Askham er sera fegin og glaður um, at EB/Streymur vann á einum liði, sum hann lýsir verða ein av nærmastu kappingarneytunum. "Ein seksstigsdystur" nevnir Heðin Askham uppgerðina ímóti TB/FCS/Royn í dag.
Heðin Askham greiðir frá málunum, sum Jóhannes Hansen og Leif Niclasen skoraðu. 1-1 málið hjá Jóhannes var eitt dundurskot, og 2-1 sigursmálið hjá Leif var eitt ótrúliga vakurt lobb.
Heðin Askham viðgongur tó, at tað sá ikki gott út hjá EB/Streymi í fyrra hálvleiki, men hann er sera fegin um responsin hann fekk frá sínum spælarum í seinna hálvleiki, tá eitt hóttandi 0-1 tap bleiv vent til ein 2-1 sigur. Heðin nevnir fyrra hálvleik í dystinum í dag tann ringasta fyrra hálvleikin sundalagsmenn hava spælt í ár.