Ukraina hevur lopið á russiskt oljureinsarí

- Ukrainski herurin hevur eisini lopið á eina russiska oljugoymslu, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun

 

Ukrainski herurin hevur framt eitt dronuálop móti russiska Rjazan-oljureinsiverkinum.

 

Tað upplýsir leiðarin fyri tí partinum av ukrainska herinum, sum tekur sær av ukrainsku dronuálopunum.

 

Oljureinsiverkið liggur í býnum og regiónini við sama navni - Rjazan, slakar 200 kilometrar í ein landsynning úr Moskva.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at ukrainski herurin eisini hevur lopið á eina russiska oljugoymslu.

 

- Goymslan er í tí partinum av Luhansk í Ukraina, sum russiski herurin hevur ræðið yvir, verður lagt aftrat.

 

Lesið eisini - 

 

Bensintrot í pørtum av Russlandi https://www.in.fo/news-detail/bensintrot-i-russlandi