Í tíð og stíli, eru eingi mørk fyri tónleikinum, ið ungu fólkini borðreiðir við. Gomlu meistararnir Haendel og Mozart, verða púrasta nattúrliga tiknir við í skránna, eins og meira svingandi, nútíðar slagverkstónar fáa rúm. Skráin er sera fjølbroytt við slagverkstónleiki og floytusolistum, verk fyri tvær violinir og klaver eftir Sjostakovitj, eitt verk fyri tveir sangarar, floytu, sello og gittarkvartett, umframt stóra verkið hjá Johannes Brahms fyri klarinett, sello og klaver.
Slagverkstónleikur er á skránni, ið vit ikki vanliga hoyra á palli. Tveir slagverksnæmingar eru á klassisku miðnámsbreytini og hevur henda greinin rættiliga tikið dik á seg.
Tiltakið Tónleikarar á veg, ið Norðurlandahúsið og Musikkskúla Miðnám skipa fyri í felag, veitur hesum ungu spírum møguleikan, at trína á ein rættiligan pall. Verkini, ið framførd verða, eru ein partur av tí samanspæli, ið verið hevur hetta skúlaárið.
Konsertirnar eru rættiliga lopfjølin hjá klassiskum úrmælingum, sum í komandi árum fara at mynda føroyska tónleikalívið. Fleiri av hesum ungu hava vilja og áræði, og ikki minst evni, at gerast yrkistónleikarar.
Ungu tónleikaspírarnir greiða sjálvi frá um tónleikin, soleiðis at heildarupplivingin gerst so góð sum gjørligt.
Tey luttakandi eru Marta T Johannesen, floyta ? Jan Rúni Poulsen og Jeffri Jørgensen, slagverk ? Jensia H Dam og Sissal Magnussen, sangur og fagott, Anna á Váli Smith og Kristina á Váli, sello ? Billa Sandoy og Irena Á Joensen, klarinett ? Oluf Dam, Bjørk Tyril og Torkil Petersen, klaver, Maria Olsen, Pætur Gerðalíð og Dávur Davidsen, gittar.
Konsertin varðar slakan tíma og er í klingruni í Norðurlandahúsinum, 13. mars kl. 15.00