Í Stockholm varð høvið nýtt at vitja Britu Grundin. Eins og Áland hevur havt eina felags lagnu við Svøríki og Finland, so er tað sama galdandi fyri Britu. Hon er nevniliga finsk/svensk.
Brita er eisini sera kend í Álandi. Har eigur hon eitt systkinabarn, sum hon ofta vitjar. Hon er eins og so nógv onnur hugtikin av Álandi. Brita hevur upplivað, at tá ringu ísvetrarnir hava verið, hevur verið landafast millum Áland og Svøríki.
Britu eri eg komin at kenna gjøgnum Amnesty International. Vit hittust fyrstu ferð á aðalfundi hjá altjóða AI í Týsklandi í 1977. Mitt í 80-unum skipaði AI fyri einum norðurlendskum fundi í Føroyum. Tá var Brita eitt av svensku umboðunum. Hon búði heima hjá okkum, og síðan hava vit verið vinir.
Tá ið leiðin síðan tá hevur gingið framvið Stockholm, verður farið inn á gólvið hjá henni, har ein hvørja ferð verður eins væl móttikin.
Brita er fødd í 1927 vesturi í Finlandi á Åbo leiðini, sum er eitt av svensktalandi økjunum á vesturstrondini.
Tískil er hon ein av teimum sokallaðu finnlands-svenskarum í Finlandi. Roknað verður við, at teir eru 6% av fólkinum í Finlandi. Eisini hava teir sín egna politiska flokk.Teir hava svenskt sum móðurmál, men teir flestu duga eisini betri ella verri finskt.
Brita flutti við foreldrunum til Helsinki sum smágenta. Tí dugur hon eisini raðið finskt.
Upplivdi russisku bumbingina av Helsingfors
Finland hevur upplivað meira enn onnur Norðanlond. Fram til 1917-18 var Finland ein partur av Russlandi. Ættin hjá Britu var tá við í einum borgarakríggi, sum endaði við einum frælsum Finlandi.
Tá ið Brita var 12 ára gomul upplivdi hon finska vetrarbardagan við russar, tá ið Sovjet legði á Finland í 1939.
Forsøgan var tann, at sovjetiska stjórnin tann 5. oktober sama ár hevði sett finsku stjórnini nøkur krøv um markabroytingar. Hesar skuldu millum kanna geva russum meira rásarúm um Leningrad, so tað ikki skuldi kunna skjótast inn í býin frá Finlandi av. Afturfyri skuldi Finland fáa annað øki frá Sovjet, sum var dupult so stórt sum økið Finland vildi geva frá sær.
Samráðingar vóru millum partarnar, men um miðan november var greitt, at her fekst eingin semja. Tann fyrimunur, sum russar bjóðaðu finnum, kundi ikki uppvigað tapið við at ganga teimum á møti. Finnar mettu, at teir við hesum aftur høvdu verið heftir at Sovjet.
Samráðingar vóru, men tær slitnaðu úrslitaleysar miðjan november.
Tískil valdi Sovjet eina hernaðarliga loysn. Tann 30. november legði Sovjet á Finland við at senda sín her um markið, og samstundis bumba teir fleiri finskar býir, millum hesar eisini Helsingfors.
Hetta minnist Brita sum 12 ára gomul sera væl. Hetta var serliga skakandi, tí hesi bumbuálop komu sum snarljós. Fólk høvdu ikki nakað ánilsi um, at hetta var væntandi. Heim hennara var ikki rakt, men tað vóru grannahúsini, sum fóru í sor. Eisini varð eitt sjúkrahús í grannalagnum rakt, hóast tað var væl avmerkt við reyðakrossmerki á takinum.
Brita minnist eisini, at allir rútarnir fóru heima hjá teimum av bumbubrestunum. Hetta var á vetri, og tað var sera kalt. Tí var ikki inniverandi. Tey fóru so til ætt hjá pápanum fyri at søkja sær skjól. Men her var sama skil, brotnir rútar og bítandi kuldi.
Tey avráða síðani, at mamman við børnunum skuldu fara til heimbygdina á vesturstrondini. Hetta eru nakrir tímar við bussi. Tískil fóru tey út í skergarðin at vera, so leingi kríggið vardi. Her hoyrdu tey javnan flogfør og dunið av bumbum, sum sjálvi vórðu tey ikki rakt. Tá ið kríggið var av fluttu tey aftur til Helsinki, men nokk so skjótt fóru tey aftur til Åbo at búgva, har pápin var stjóri á einum klædnavirki.
Tað gekk tó ikki so væl at byrja við hjá russum í Finlandi. Teir fingu ikki sum væntað lætt spæl. Finnar settu seg upp ímóti av øllum alvi, og teir góvu russum stór tap í fyrsta umfari. Men russarar komu fyri seg aftur og hetta endaði við, at Sovjet tók tey landaøki, sum teir ætlaðu sær og meira afturat. 400.000 finnar máttu rýma úr hertiknu økjunum. Vetrarkríggið vardi í 105 dagar fram til 13. Mars 1940. Tað kostaði finnum 20.000 mannalív og russarum eftir øllum at døma fleiri ferðir hetta talið. Sagt verður at Finland tapti við æru. Teirra frælsi var so bjargað.
Hetta var eitt kríggj, sum vann finnum samhuga frá nógvum. Nógv lond sendu hjálp av ymiskum slagi til Finlands. Hjálp kom eisini úr Føroyum, har konur sótu og bundu til finlandshjálpina.
Men hinvegin var ikki stuttigt at vera kommunistur tá á døgum. Teir vórðu lagdir fyri hatur nógva staðni, eisini í Danmark.
Aftaná hevur av danska kommunistinum Carl Madsen verið framført tað sjónarmið, at russiska hertøkan av økjunum um Leningrad var avgerandi fyri at kunna verja býin, tá ið týskarar seinni kringsettu hann í 900 dagar uttan at kunna taka hann. Hetta kom at hava stóran týdning fyri úrslitið av seinna heimsbardaga.
Viðurskiftini eru seinni komin í rættlag við Sovjetsamveldið, seinni Rusland og Finland. Nú viðurkenna russarar eisini, at tað vóru teir, sum løgdu á Finland. Annars hevur gamla russiska søguskrivingin sagt, at tað var Finlands sum legði á. Teir brúktu sama nummar sum Týskland gjørdi við Polen í 1939. Russar skutu rakettir inni á egnum øki og góvu finnum skuldina.
Brita og Amnesty
Alt hevur ávirkað Britu til tað, sum hon stendur fyri í dag.
Í 1948 giftist Brita til Svøríkis. Í 1968 fór hon til ein sjónleik saman við manni sínum. Í støðginum var ein framløga um virksemið hjá Amnesty International. Hetta skapti hennara áhuga. Millum tað, sum skundaði undir, var eisini Biafrakríggið í Nigeria um hesa tíðina, har nógvir ræðuleikar fóru fram. Hon sá eisini, at ikki alt var so svart-hvítt, sum hon helt.
Brita gjørdist virkin í Amnesty International, sum var stovnað í London í 1962, og sum hevði fingið deild í Svøríki í 1964. Tað kann vera nevnt, at føroysk deild kom longu í 1965. Nevndarlimur í svensku deildini gjørdist Brita í 1977.
Brita er bert ein av tí stóra skaranum av idealistum um allan heimin, eisini í Føroyum, sum mynda Amnesty, sum er ein heilt einastandandi rørsla. Her brúka fólk orku og kreftir fyri at hjálpa fólki, sum verða frátikin sínum mannarættindi. Millum hesi eru eisini samvitskufangum, sum sita fastir vegna tað, sum vit onnur meta sum eina sjálvfygja, nevniliga rættin at tosa og trúgva frítt.
Men hóast Brita er ein av mongum í hesi rørslu, so er hon nakað serligt. Hon hevur verið virkin í Amnesty í 40 ár, og hon brúkar framvegis nógva tíð uppá hetta virksemi. Hennara áhugi á hesum øki er eisini farin í arv. Tveir av hennara synum eru í starvi hjá svensku deildini av AI, og teir lyfta arvin eftir mammuni. Ein dóttir hevur eisini arbeitt har, men hon gavst, tá hon fekk børn.
Tikið børn hjá forfylgdum til sín
Brita hevur eisini á annan hátt gjørt ein serligan innsats fyri at hjálpa slíkum, sum eru rýmd undan harðræði. Hon eigur sjálv fýra børn. Men afturat hesum eigur hon tvey serlig “Amnestybørn”, um tað kann sigast so. Annað av hesum er dóttir ein samvitskufanga úr núverandi Zimbabwe. Hendan fangan arbeiddi Brita fyri í síni tíð. Hann var forfylgdur av hvíta stýrinum, ið tá var. Dóttir hendan fangan rýmdi til Svøríkis, og gjørdist ein partur av familjuni hjá Britu, har hon kundi njóta gott av hennara umsorgan. Men eftir 30 ár í Svøríki royndi hon at fara heimaftur til Zimbabwe at taka sær av mammuni, sum var blivin gomul og veik. Men hon er nú komin aftur til Svøríki og er framvegis sum ein dóttir hjá Britu.
Dóttirin rýmdi fyri 30-40 árum síðani undan einum hvítum einaræði, sum ikki legði petti í rættindini hjá teimum svørtu. Síðan fingu teir svørtu valdið við Robert Mugabe sum forseta. Í nógv ár var stýrið hjá Mugabe roknað sum fyrimyndarligt, bæði hvat viðvíkir fíggjarpolitikki og virðing fyri fólkaræðisligum rættindum. Men hetta er alt broytt seinastu árini, har júst Mugabe hevur sett øll mannarættindini til viks fyri at kunna varðveita sítt egna vald á “demokratiskan” hátt. Dóttirin kom tískil heim til sama skil, sum hon rýmdi frá, men nú vóru tað hennara egnu, sum stóðu aftanfyri.
Støðan heldur áfram at versna, og Brita stúrir fyri gongdini í Zimbabwe.
Amnestysonurin hjá Britu er úr Ungarn, haðani hann rýmdi fyri nógvum árum síðani undan ódemokatiskum viðurskiftum. Hann er nú arkitektur og búði í Australia í eini 15 ár. Hann er nú komin heim aftur til Ungarn. Her er í hvussu er støðan broytt, og fólkaræðið í Ungarn riggar eins frægt og aðra staðni.
Kom at kenna varaaðalskrivara í ST
Brita er eisini komin í samband við nógv fólk gjøgnum sítt arbeiði í AI. Ein av hesum er norðmaðurin Jan Egeland, sum byrjaði at verða virkin í AI sum blaðungur drongur. Tey bæði komu at hittast á nógvum norrønum og altjóða fundum. Jan er nu ein av varaaðalskrivarunum í ST, og hevur ábyrgd av neyðhjálpararbeiði. So langt kann komast við at byrja í Amnesty International! Tey bæði vóru góðir vinir. Pápi Jan, Kjørv Egeland, var eisini ein av teimum fyrstu stýrislimunum í Norðurlanda Húsinum í Føroyum.
Framvegis virkin fyri síni medmenniskju
Brita er framvegis sera virkin innan Amnesty, hóast hon er 81 ára gomul. Hon heldur fyrilestrar, og heilt stuttir eru teir ikki. Teir vara vanliga ein tíma. Í svenskum AI verður hon roknað fyri at vera “en legend”.
Serliga er hon virkin móti deyðarevsing, sum eisini er eitt av málunum hjá AI.
Brita var við á altjóða ráðstevnuni, sum í 1977 samtykti Stockholmyvirlýsingina við kravi um, at deyðarevsing verður avtikin. Til staðar vóru 177 umboðsfólk úr meira enn 50 londum.
Tað var ikki so sjálvsagt tá, sum nú, at vera ímóti deyðarevsing. Fleiri av limalondunum hjá AI høvdu eisini deyðarevsing, so fleiri hildu, at hetta kundi AI ikki fara at fáast við. Men her var Brita ósamd, og hon hevur virkað ótroyttiliga síðan tá móti hesi vanvirðisligu revsing. Her ber heldur ikki til at koma aftur um aftur, um tann avrættaði seinni vísir seg at vera ósekur.
Brita heldur, at tað eru stór framstig tikin móti avtøku av deyðarevsing. Hon greiðir frá, at í 1977 høvdu 16 lond fullkomiliga avtikið deyðarevsing. Í dag eru tey 137, sum í verki hava avtikið deyðarevsing. Svenska stjórnin hevur stuðlað hesum sjónarmiðum frá byrjan av.
Sjónarmiðið er, at deyðarevsing skal avtakast fullkomiliga, tí henda revsing er ein hóttan móti mannarættindinnum.
Í 2007 gjørdi ST eina fundarsamtykt um ein bráfengis støðg fyri øllum avrættingum, sum enntá Kina lovaði at umhugsa!
Brita sigur, at beint nú verður serliga lagt trýst á India fyri at steðga avrættingum. Hon heldur eisini, at tá ið Rwanda og Kambodja kunnu avtaka deyðarevsing við øllum teimum ræðuleikum, hesi lond hava upplivað, er eingin sum kann hava veruliga orsøk til ikki at gera tað sama.
Ger heimin betri
Tískil kann sigast um Britu Grundin, at hon er ein av teimum, sum ger heimin betri, og sum eisini hevur víst hetta í verki. Hon er ein hugtakandi kvinna, sum tað er ein frøði at hitta og práta við. Hon er so sera positiv og hjartalig. Eisimi er hon sera vitandi, og hon lesur nógv. Tað sæst ikki minst á bókasavninum í hennara stovu.
Brita hevur stóran áhuga fyri Føroyum og fylgir væl við tí, sum hendir hjá okkum.
Tað var hugtakandi at vitja Britu enn eina ferð. Hon kemur uttan iva at halda áfram við sínum virki fyri sínum medmenniskjum, sum ikki eru so væl fyri sum vit á okkara leiðum.