Í løtuni eru níggju frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
- Skipini hava brúkiigan fiskiskap, og onkur av skipunum koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Umframt tey níggju frystilínuskipini, sum eru undir Føroyum, fiska tvey frystilínuskip eisini í íslenskum sjógvi.
Ísfiskalínuskipið er eisini til fiskiskap. Teir eru norðanfyri og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. Teir fáa serliga tosk og hýsu.
Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar í endanum av vikuni.
- Veðrið verður hampiligt, men við so hørðum streymi, verður neyvan nógvur útróður í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátar annars hava góðan fiskiskap.












