Óvanlig mannagongd við ST-brævinum

Hevur landsstýrið sett seg í samband við aðrar altjóða felagsskapir hesum máli viðvíkjandi? spyrja Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen nú brævið til ST gjørdist alment.

Teir báðir andstøðuleiðararnir, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, hava sett løgmanni 7 spurningar í fyrispurningi og vilja teir m.a. hava at vita, hvør í landsstýrinum tikið hevur stig til at senda ST bræv viðvíkjandi samráðingunum millum Føroyar og Danmark? Nær er løgmaður kunnaður um brævið? Hví er brævið ikki undirskrivað av løgmanni, tá politiski boðskapurin í brævinum er, at danska stjórnin ikki veruliga vil samráðast um ein fullveldissáttmála? Og teir spyrja eisini, hví brævið verður sent, tá løgmaður í Útvarpinum 23. august 2000 viðgongur, at ætlanin sjálvandi ikki er, at ST skal leggja upp í samráðingar, og at hetta heldur ikki letur seg gera, um ikki eisini danska stjórnin ynskir tað?


Politisk viðmerking

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, siga Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, at sambært heimasíðu landsstýrisins umsitur løgmaður stýrisskipanina, uttanlandsmál og kommunumál, so tá hetta mál uttan nakran sum helst iva snýr seg um uttanlandsmál, verður fyrispurningurin løgmanni sum ábyrgdahavandi av økinum.

Síðan greiða andstøðuleiðararnir frá gongdini í málinum viðvíkjandi brævinum til ST og eru stórliga bilsnir um at løgmaður ikki hevur kunnað um brævið.

? Í brævinum verður m.a. sagt, at danska stjórnin ikki hevur víst veruligan vilja til at samráðast. Hetta má kallast at vera ein verulig politisk viðmerking, men tó hevur løgmaður ikki undirskrivað brævið.

? Vanliga mannagongdin í sambandi við uttanlandsmál, sum jú er felagsmál, er ikki heldur fylgd, sum eisini brævið frá uttanríkismálaráðharranum til løgmans tann 23. august ber boð um.

? Tað hevur sjálvsagt áhuga fyri bæði spyrjararnar og fyri alt Føroya fólk at fáa at vita, um landsstýrið hevur sett seg í samband við aðrar altjóðar stovnar í sambandi við fullveldissamráðingarnar, siga Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard m.a. í viðmerkingunum.