ÌTRÒTTAVEDDING
Føroyskir fótbóltsfjepparar, við brelli eftir at sleppa at gera dystirnar eitt sindur meira spennandi, hava nú fingið ein gyltan møguleika. Veddingafyritøkan Nordicbet.com er farin í holt við at bjóða føroyskar dystir sum veddingamøguleikar.
Hóast tað er stutt fráliðið, síðani Nordicbet byrjaði at bjóða kundum at vedda um føroyskan fótbólt, so er áhugin ikki heilt lítil at vedda um føroyskan fótbólt.
Hetta sigur 21 ára gamli Suni Juul Pedersen, sum av egnum áhuga vendi sær til Nordicbet og vakti teirra áhuga fyri føroyskum fótbólti.
- Eg havi sjálvur veddað hampuliga nógv um fótbólt ymsastaðni. Eg helt tað kundi verið spennandi við møguleikanum at vedda um føroyskan fótbólt, so eg setti meg í samband við Nordicbet, sigur Suni Juul Pedersen.
Hann stýrir tí partinum av Nordicbet, ið snýr seg um føroyskan fótbólt. Hetta krevur, at Suni fylgir væl við, og hann heldur fyri, at tað er nógv meira spennandi at skipa fyri veddingini ? heldur enn at vedda sjálvur.
Tað verður í fyrsta umfari bert føroyskur fótbóltur, sum verður á føroysku skránni hjá Nordicbet. Og tað eru dystirnir í bestu mansdeildini, ið kunnu geva nakað av avkasti ella tapi til føroysku veddararnar.
Àðrenn landskappingin byrjaði kundu fólk tippa, hvør fór at vinna bestu mansdeildina. Har varð mett, at B36 hevði bestan møguleikan at ogna sær gullkrónurnar, og havnaliðið hevði gav tí minst ferðir pengarnar aftur. Eisini vóru onnur spøl, eitt nú um Heine Fernandez, HB, fór at skjóta fleiri mál enn Jonhard Frederiskberg, Skála.
Suni Juul Pedersen sigur, at Nordicbet í fyrstu atløgu fer at royna føroyskan fótbólt í fýra vikur, og síðani verður gjørt av, um tað skal haldast fram við føroyskum fótbólti á Nordicbet.com.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Alt møguligt
Tað er ikki serliga torført at fara í holt við veddingina á Nordicbet. Tú skalt stovna tær eina konto við peningi, sum tú síðani kanst vedda fyri. Lættast er at gjalda peningin inn við gjaldskorti, og so kanst tú vedda, sum tær lystir. Tað ber eisini til at flyta pengarnar umvegis peningastovn.
Tað er einki mark fyri, hvussu lítið tú kanst vedda fyri ella hvussu fáar dystir, ið tú kanst vedda. Tú kanst blanda føroyskar dystir við bæði aðrar fótbóltsdystir og dystir í øðrum ítróttagreinum. Harumframt eru ymisk serspøl, eitt nú hvør fer at gerast amerikanskur forseti.
Føroysku dystirnir verða lagdir út á Nordicbet mikudagar, og kunnu veddast til stutt undan dystarbyrjan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Í Costa Rica
Tað er kortini ikki bara ein og hvør, sum kann bjóða seg fram at hava ítróttavedding í Danmark ? og í Føroyum fyri sovítt. Ì Danmark eigur Dansk Tipstjeneste einkarrætt at bjóða veddingartænastur. Men ávirkar kortini ikki tað stóra á Internetinum. Allar tær veddingarfyritøkur, sum bjóða spøl til danir, eru skrásettar í øðrum londum. Hetta sama er galdandi fyri Nordicbet. Fyritøkan er skrásett í Costa Rica. Fyritøkan hevur umboðan í Norðurlondum, og í sínum virksemi leggur fyritøkan serliga dent á evropeiskan ítrótt av ymsum slag. Nordicbet ger á heimasíðu sínari nógv burturúr, at talan er um eina rættiliga og seriøsa veddingafyritøku, sum nú hevur virkað við góðum úrsliti í eina tíð.