Verkfallið og mjólkin: Klára seg tað mesta av næstu viku

Bilarnir, sum koyra mjólk, hava olju eftir til tað mesta av næstu viku og stendur verkfallið við tá, verður undantak givið, men suðuroyingar fáa onga mjólk.

Verkfall

Nú arbeiðsgevararnir hava stongt oljugoymslur og heilsølur, hevur verkfallið tikið eina nýggja vend.
Arbeiðarafeløgini í verkfallið, høvdu givið nøkur undantøk frá verkfallinum, eitt nú høvdu skipini hjá Strandfersluni fingið loyvi at bunkrað olju og proviant so at tey kundu sigla ótarnað og bilarnir, mjólkarvirkið hevði fingið undantaksloyvi til at avgreiða vanligu mjólkina, eins og bilarnir, sum flyta mjólkina, hava fingið undantaksloyvi til at fáa olju.
Men nú oljugoymslurnar eru stongdar, er tað bara ein spurningur um tíð, til eisini hetta liggur lamið.
Smyril veðrur lagdur í annaðkvøld.
Men mjólkarneyð verður ikki kortini, í hvussu so er ikki í tí mesta av landinum.
Eirikur Thorvaldsen, stjóri á mjólkarvirkinum, sigur, at bilarnir hava olju eftir til tað mesta av næstu viku eisini og so leingi verður mjólkin í hvussu so er heintað.
Men hann mjólkarflutningur til Suðuroyar verður ein trupulleiki, tí Smyril verður lagdur í annaðkvøld og so sæst ongin mjólk suður.
Hann vónar bara, at handilsfólkini í Suðuroy eru so mikið fyrivarin, at tær bíleggja ríkiligt av mjólk ímeðan tíð er, so at hon strekkir eitt sindur.
?Mjólkin er so mikið góð, at verður hon goymd í kulda alla tíðina, heldur hon sær í einar 10 dagar, kanska enntá í 25 og kanska uppaftur longri.
? Men skal hon halda so leingi, er tað ein avgjørd treyt, at kølingin ikki svíkur eina løtu, so at mjólkin ongantíð sleppur at hitna nøkur stig.
Hinvegin sigur Jan Mortensen á arbeiðsgevarafelagnum, at koma mjólkarbilarnir fyri olju, finna teir uttan iva út av at geva teimum undantaksloysi.