Góða Verðmóðir!
Ikki sæst hesin høgi aldur á tær. Dugi ikki við tað, at árini eru runnin av stað og vorðin so mong. Haldi enn, at tú ert eins vøkur sum hin dagin 1966, tá ið eg bað teg og Erling lata meg fáa elstu dóttir tykkara, Alexandru, til unnustu mína. Tú vart í einum grønum plaggi, sum enn stendur fyri mær ljóst livandi. Grønt er jú vónarinnar litur, og kendi listamaðurin Jan van Eyck úr Niðurlondum (Belgia) hevur málað í 1434 eina mynd av einum fríggjara og trúlovaðu festarmoy hansara, har hon er í grønum frá høvur til fót, og her er tann grøni liturin brúktur sum tann fruktagóði liturin. Tað kundi verið mangt annað at sagt um hesa mynd av Jan van Eyck, men nú er tað vermóðir, sum rennur úr hesum grøna litinum, hon rundar jú tey áttati.
Erling, verfaðir, sat í køkinum og brosaði. tá ið biðilin av Bakkanum bað upp bønarorð. Væl var fríggjarin móttikin og hevur verið væl havdur undir bitunum hjá Mimi og Erlingi líka til dagin í dag. Tað fruktagóða hevur jú eisni verið kærleikin, sum hevur verið sýndur okkum í familjuni av tær og Erlingi. Fýra børn fingu tit Alexandru (unnustan), tvíburðarnar Annu, gift við Jógvan Martin Joensen úr Oyndarfirði og Marjun, gift við Steintór Larsen úr Fuglafirði og Petur Martin, giftur við Súsannu Højgaard úr Rituvík.
Verðfaðir doyði bráddliga í 1987 bert 63 ára gamal, og kom hetta dátt við í familjuni, at abbin fór so snarliga. Snertin av sorg og treða kendi vermóðir líka frá barnsbeini av, tá ið hon misti mammuna bert 10 ára gomul. Foreldrini vóru Alexandur, Alexandur av Eiði og Sunneva, ættað úr Borgarstovu í Havnini. Alexandur giftist upp aftur við Magninu, ættað úr Funningi, dóttir Osvald og Carolinu. Verfaðir var sonur til Annu á Støðini og Per á Brúnni í Fuglafirði.
Mai er jú tann ljósi mánaðurin, har mangt sprettir úr tí døkku mold og letur natúrina í annan búna. Grøni liturin fær tak á tí okker gula graslitinum, sum hevur dusast allan veturin millum grót og grýti, líka frá heystardegi av. Rembingarnar eru øgiligar í natúrini, tá ið tað grøna skal vinna á tí okker gula.
Ættarliðið, sum vermóðir er av, hevur sanniliga stríðst. Mangan var tað tógvið, tá ið tað húsliga skuldi um eina hond. Pløgg upp á kroppin hjá børnunum og so at fýra í ketilin í hjallarinum, tá ið vaskast skuldi, skrubba ketildraktirnar hjá manninum, so hann mánamorgun kundi fara í reina drakt til arbeiðis. Soleiðis var næstan allastaðni í bygdini í fýrati - og fimmti árunum. Lættari gjørdist hetta, tá ið tær fyrstu vaskimaskinurnar sóu dagsins ljós i bygdini. Eingin doyr av at arbeiða, plagdu tey gomlu at siga. Ikki hevur vermóðir eina strýggju av gráum í sínum hári, fatt í herunum og holdið er eins summarsligt sum hin dagin, tú vart í tí grøna plagginum. Hevði tú verið uppi á døgum, tá ið Jan van Eyck livdi og verið honum næst, hevði tú sitið model hjá honum. Hann hevði gjørt teg æviga grøna sum í umrødda málninginum: Trúlovingin hjá Arnolfinis. Jú, tann grøni liturin hevur vunnið á tí gula litinum.
Úr hesum tyssi hugsi eg eisini um mann tín, Erling, so góð tit vóru. Erling var skilamaður, sera góður handverkari og ikki at forgloyma at sleppa út í fjørðin saman við honum. Tað var tváttur fyri sál og likam. Verfaðir dró ikki bát av lunni við stórum keipum og í stórum orðum, nei, hann segði og gjørdi alt so stillisliga og friðarliga. Væl lá eftir og so mangan, tá ið komið var aftur úr fjørðinum, sat vermóðir og bíðaði í sjógv. Pannuna útá og nýsteikt flak fekk vatn at renna úr tonninum. Hetta krassaði og slíkar góðvarnar løtur, verða seint gloymdar. Grønur vevnaður av besta slag.
Ommubørnini ert tú góð við og tey við teg. Ikki so sjáldan vinnur skemtið og speisemið á løtunum tykkara millum, og duga tey væl at fara við síni ungu, gomlu ommu og hon við teimum. Trý langommubørn eigur tú eisini, so tey grønu fruktagóðu fingramerki hava sett seg á tilveruna. Hetta er títt hjartablóð, at síggja og hoyra hvussu teimum man fyrifarast. Hetta stendur hjarta tínum næst.
Nei, ikki at forgloyma hálvhosurnar tú bindur upp á okkum. Tað ullinta er bót fyri sál og likam. Og so er tað fromasjan sunnukvøld kl. fimm minuttir í átta. Eg skal ikki siga fólki frá hesi uppskrift, so verður tú heimskend fyri hesa forkunnugu fromasju. Eg veit, at tað vilt tú ikki. Hetta er eitt loyndarmál okkara millum, at sita millum teir grønu urtapottarnar í stovu tíni, tú í grønum og reyðum kjóla og versonurin í hvítari skjúrtu og grønum slipsi. Ja grønt skal tað vera. Tað er hin fruktagóði liturin, vónarinnar litur og fromasjan er ein fruktfromasja. Tað kunnu vit siga. Ja, vermóðir, vit í familjuni takka tær fyri alt tað góða í tí farna, og hann sum øllum ræður, gevi tær eitt grønt lívskvøld.
Frits
+ mynd