Við skiljirist slepst undan 95% av hjáveiðini

- Royndirnar hava eydnast væl. Tær vísa, at tað ber væl til at hava skiljirist í svartkjaftatroli  við bert at missa umleið 1% av svartkjaftinum. Hetta sigur Kristian Zachariassen á Fiskirannsóknarstovuni í nýggjari frágreiðing um royndirnar, sum gjørdar eru við Christiani í Grótinum og Nærabergi á svartkjaftaveiði

Fiskivinna

Í nýggjastu frágreiðingini um "rist í svartkjaftatroli", vísir Kristian Zachariassen á, at óynskt hjáveiða av upsa og toski í svartkjaftafiskiskapi hevur seinnu árini til tíðir verið ein trupulleiki hjá skipunum, sum fiska svartkjaft við flótitroli.
Tað er serliga í føroyskum og íslendskum sjógvi, at hjáveiða hevur verið. Hinvegin hevur veiðan longur suðuri, eitt nú vestanfyri Írland og í altjóða sjógvi, so at siga bara verið svartkjaftur.

Stór veiðitøl
Samlaða veiðan av svartkjafti í føroyskum øki í 2004 var 435.000 tons, harav føroyska veiðan hetta árið var tilsamans 317.000 tons. Av føroysku veiðini vórðu 45% - ella 145.000 tons  fiskað í føroyskum sjógvi og 23% - ella 74.000 tons  fiskað í íslendskum sjógvi.
- Kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at hjáveiðan av upsa í føroyskum øki í november og desember er 3,2% - ella millum 0% og 20%. Í mai og juni er hjáveiðan í føroyskum øki 2,2% - ella millum 0,6% og 14,9%, sigur Kristian Zachariassen.
Víst verður í hesum sambandi á royndir og frágreiðingar í 2004 og 2005.
Aðrar kanningar í Íslandi og Føroyum vísa eisini, at hjáveiðan av upsa í føroyskum í miðal er umleið 1% - og av toski hevur hjáveiðan verið uppaftur minni.
Staðfest er eisini, at í íslendskum sjógvi hevur hjáveiðan verið størri enn í føroyskum sjógvi, bæði av upsa og toski.

Skiljiristin
- Fyri at sleppa undan hesi hjáveiði, eru royndir gjørdar við at hava skiljirist í trolinum. Endamálið við hesum er at skilja upsa og tosk út úr trolinum, meðan svartkjafturin fer aftur í trolposan.
Kristian sigur, at hesar royndir hava eydnast væl.
- Við skiljiristini verður so gott sum allur upsin og toskurin skildur út úr trolinum  og lítið og einki av svartkjafti fer út úr trolinum saman við upsanum og toskinum.
Hann sigur, at royndirnar við skiljirist í svartkjaftatroli í føroyskum-og íslendskum sjógvi vísa, at við ristini slepst undan 95% av óynsktari hjáveiði  uttan at missa meira enn umleið 1% av svartkjafti úr trolinum.
Føroysku royndir eru gjørdar við skiljiristum úr ymiskum tilfari, og nú verður mett, at tann best egnaða ristin er ein sonevnd, "flexigrid" skiljirist.
- Hetta er ein rist, sum er gjørd úr stuttum rørum við enda ígjøgnum rørini, soleiðis at ristin fellir saman, tá ið trolið verður tikið inn.
Kristian sigur, at tvey ymisk millumrúm millum rørini eru roynd við "flexigrid" ristini, nevniliga 60 mm og 50 mm, og tað vísir seg, at bæði millumrúmini skilja ein stóran part av hjáveiðini úr trolinum. Tó fer minni av upsa og toski ígjøgnum við 50 mm millumrúmi enn við 60 mm.
- Í Íslandi er ásett, at trolini skulu hava rist í stórum veiðiøkjum, og millumrúmið millum rimarnar skal verða 55 mm. Hetta er helst eisini ein hóskandi fjarstøða at hava í føroyskum sjógvi.
Hann vísir á, at flestu svartkjaftatrolarar hava lutfalsliga stutt troldekk, og tí er neyðugt, at skiljiristin kann fara upp á somu netatrumlu, sum trolið fer upp á.
- Neyðugt er tí, at ristin er arbeiðslig, tolir at boygna og koma ímóti kantum uttan at brotna, sigur Kristian.
Royndirnar við skiljirist eru sum nevnt gjørdar umborð á Christiani í Grótinum (nov. 2004 og juni 2005) og umborð á Nærabergi (sept. 2005). Aftrat hesum hevur Næraberg fiskað við rist í trolinum síðan august í 2005.
Tað er trolvirkið Vónin, sum hevur tillagað skiljiristirnar og hevur gjørt netini til tær.
- Trý sløg av skiljiristum eru roynd; ein úr stáli, ein úr plastikki og so umrødda, sum er gjørd úr plastrørum við enda ígjøgnum. Ristirnar vórðu settar í eina ristsektión, soleiðis at ómakasleyst var at taka tær úr og seta tær í. Fyri at síggja, hvussu ymisku ristirnar royndust í sjónum, hevur undirsjóvarkamera verið brúkt.
Kristian sigur, at hjáveiðan varð kannað við at seta uppsamlingsposa á opið, har fiskurin, sum ikki fer ígjøgnum ristina, fer út. Eisini eru royndir gjørdar við ongum uppsamlingsposa og uttan rist fyri at kanna eftir, um munur er á fiskiskapinum.

Ymisku ristirnar
Fólk frá Fiskirannsóknarstovuni og Vónini hava verið umborð á Christiani í Grótinum og Nærabergi í tilsamans 32 dagar.
Samanlagt eru gjørdar umleið 25 undirsjóvarupptøkur undir fiskiskapi. Flestu upptøkurnar eru gjørdar, samstundis sum royndirnar eru gjørdar, men nakrar av upptøkunum hava manningarnar umborð á hesum skipum sjálvar gjørt.
- Tann fyrsta ristin, sum vit royndu, var gjørd úr stáli, har stykkini vórðu heft saman við ketulásum. Henda ristin vísti seg at síla best sjógv av teimum trimum ristunum, men trupulleikin við stálristini er, at hon boygnar sera lætt og rættar seg ikki útaftur.
Kristian sigur, at onnur ristin, sum teir royndu, var gjørd úr plasti  úr sama tilfari, sum rækjuristirnar verða gjørdar úr. Hetta er samstundis sama ristin, sum roynd er í Íslandi.
- Fyrimunurin við hesum tilfari er, at tað er lætt, og at tað heldur boygnar enn brotnar. Vansin er, at nógv tilfar er í ristini í mun til flatuna, og soleiðis tekur hon nógvan sjógv á seg. Streymurin av sjógvi gjøgnum ristina verður tískil ikki so góður.
Triðja ristin, sum royndir eru gjørdar við, er umrødda "flexigrid" ristin, ið er gjørd úr plastrørum, sum eru drigin upp á ein enda og fest saman sum eitt net. Henda ristin er gjørd í Hetlandi.
- "Flexigrid" ristir hava verið brúktar í alivinnuni í nøkur ár til støddarskiljing av laksi í ringunum. Ristin vísir seg at rigga væl; tá ið trolið fer út, liggur hon saman, men so hvørt, sum trolið letur seg upp, fer hon sundur, og tá ið trolið er komið at standa, er ristin uppspílað við einum lítlum bugi í miðjuni. Fiskurin fer væl ígjøgnum, og ristin er løtt at arbeiða við á dekkinum, sigur Kristian Zachariassen.

Passivur fiskur
Undirsjóvarupptøkurnar vísa annars, at svartkjaftur er ein sera passivur fiskur, tá ið hann er komin aftur hagar, har ristin stendur. Hann fer meira ella minni við streyminum og svimur næstan ikki sjálvur.
Fiskirannsóknarstovan eigur undirsjóvarupptøkur sum lýsa, hvussu ymisku ristirnar virka undir fiskiskapi eftir svartkjafti.