Mótstøðuliðið hjá Víkingi á Tórsvølli í kvøld, FC DAC 1904 Dunajská Streda hevur longu lagt videohæddarpunkt út frá 2-0 sigrinum hjá Streda á Víkingi í fyrra dystinum í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.
Hæddarpunktini vísa, at teir í Víkingi vóru óhepnir ikki at fáa minst ein javnleik móti Streda í kvøld. Eisini var 2-0 málið sera óheppið. 1-0 málið er eitt mál, ið øll bara mugu lyfta hattin av fyri og staðfesta, at talan var um eitt framúr vakurt saksaspark.
Liðini spæla returdystin í Slovakia hóskvøldið 28. juli klokkan 20.
Víkingur-Streda 0-2 (0-1)
0-1 Nikola Krstovic (8.)
0-2 Andrejs Ciganiks (82.)