Hallur Hansson skoraði í dag sítt fimta mál fyri AC Horsens, tá hann og liðfelagarnir í niðurflytingarbólki 2 vunnu 3-0 á Randers FC á útivølli.
Randers FC og AC Horsens hava bæði tryggjað sær pláss í superliguni til komandi kappingarár. Nú kappast liðini um at vinna niðurflytingarbólk 2, og sostatt vinna rættin at spæla Play Off dystir um at sleppa at spæla í Europa League undankappingini.
Í løtuni er AC Horsens á odda við 40 stigum. Randers FC er nummar tvey við 39 stigum. Tveir dystir eru eftir at spæla hjá AC Horsens í niðurflytingarbólki 2.
Komandi fríggjakvøld á útivølli móti Esbjerg sum er dottið niður í næstbestu deildina. Esbjerg er átta stig aftanfyri Hobro, ið endar nummar trý í bólki 2. Hobro skal spæla upp- og niðurflytingardystir móti næstovasta ella triðovasta liðnum í næstbestu deildini.
Mikukvøldið 8. juli tekur AC Horsens móti Hobro.
Randers FC – AC Horsens 0-3 (0-1)
0-1 Jonas Thorsen (22.)
0-2 Jonas Thorsen (83.)
0-3 Hallur Hansson (85.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Randers FC og AC Horsens:
##med2##