VIDEO: Hallur og Horsens leiktu javnt móti Esbjerg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Esbjerg 2-2 (1-1)

AC Horsens fekk stig í tí fyrsta dystinum í niðurflytingarspælinum í donsku superliguni.

Á heimavølli fingu Hallur Hansson og liðfelagarnir javnleik 2-2 móti Esbjerg, og fingu soleiðis hildið frástøðuna til aftasta liðið í bólki 2.

Hallur Hansson fór av vøllinum tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum.

AC Horsens – Esbjerg fB 2-2 (1-1)

0-1 Mohammed Dauda (12.)
1-1 Michael Lumb (38.)
2-1 Ayo Simon Okosun (52.)
2-2 Joni Kauko (81.)

Randers er á odda í bólki 2 við 38 stigum. AC Horsens hevur 36 stig. Hobro hevur 24 stig, og aftast er Esbjerg við 22 stigum. 

Komandi leygardag klokkan 12 tekur AC Horsens ímóti Randers.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Esbjerg:

##med2##