Tað var ikki eitt gott føroyingakvøld í donsku superliguni í kvøld.
Vejle fekk javnleik 0-0 á heimavølli móti AGF, men tað var uttan Viljorm í Heiðunum Davidsen sum ikki fekk somikið sum ein minutt á vøllinum í kvøld.
AC Horsens, ið hevur Jens Berthel Askou sum høvuðsvenjara nú hevði Hall Hansson á vøllinum allan dystin, men vánaliga dystarbyrjanin bleiv AC Horsens dýr. Longu tá 11 minuttir vóru farnir var heimaliðið, Randers FC á odda 2-0, og tá ein tími var farin økti Randers FC til 3-0, ið gjørdist endaliga úrslitið.
AC Horsens liggur næstaftast við bara seks stigum. 10 stig eru upp til Vejle sum hevur 16 stig á triðaftasta plássi.
Sunnudagin vitjar Vejle SønderjyskE í Haderslev, og AC Horsens tekur móti FC Keypmannahavn á CASA leikvøllinum í Horsens.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Randers FC og AC Horsens:
##med2##