Video og samrøða: Soleiðis yvirlivdi Hallur í superliguni

(FM1) Hoyr samrøðu við Hall Hansson hjá AC Horsens, og síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Vendsyssel 1-1 (1-0)

##med2##

Tað gekk akkurát hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens í seinna dystinum móti Vendsyssel FF, har taparin skal spæla beinleiðis niðurflytingardystir, og vinnarin hevur bjargað sær sessin í bestu donsku fótbóltsdeildini, superliguni.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og tað var nóg mikið hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens. AC Horsens vann fyrra dystin 1-0 í Hjørring, og eru teir í AC Horsens sostatt samlaðir vinnarar í uppgerðini. 

Michael Lumb legði AC Horsens á odda 1-0 tá 35 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Søren Henriksen fyri Vendsyssel, og tá tevjaðu teir í Vendsyssel blóð, men tíbetur reið heimaliðið stormin av, og AC Horsens hava bjargað sessinum í superliguni.

Verri gekst hjá Vejle, ið uttan Viljorm Davidsen tapti 0-2 móti Hobro á heimavølli, og harvið samanlagt 1-2. Vejle skal nú spæla tveir dystir móti nummar tvey ella trý í næstbestu deildini um rættin at spæla í superliguni komandi kappingarár.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við ein ógvuliga lættan Hall Hansson, ið enn ikki endaliga vil avdúka um hann spælir við AC Horsens komandi kappingarár. 

##med3##

 

(Hoyr samrøðu við Hall Hansson)