VIDEO: Soleiðis vann Týskland á Brasil í fjórðingsfinaluni (HM)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Týskland-Brasil 30-23 (17-11)

Mynd: Ritzau Scanpix

Í HM-fjórðingsfinaluni í Westfalenhalle í Dortmund vann Týskland greiðan 30-23 sigur á Brasil. 

 

Longu í steðginum var Týskland frammanfyri við seks málum, 17-11, og tær megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki.

 

Týskland hevur ikki vunnið nakað heiðursmerki í 18 ár, og tí kom hesin sigurin sera væl við hjá stóru hondbóltstjóðini.

 

Í hálvfinaluni fríggjadagin møtir Týskland vinnarin av fjórðingsfinaluni millum Danmark og Frakland, ið spæla í Rotterdam í kvøld klokkan 20.

 

HER ber til frá ZDF at síggja ein samandrátt frá fjórðingsfinaluni millum Týskland og Brasil:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix