Í politifrágreiðingini fyri vikuskiftið, er tað serliga herverk, ið fyllir væl upp. Í øllum førum sjey tilburðir í Havn eru fráboðaðir.
Í miðbýnum í Havn fekk onkur bilur eisini toyggið leygarnáttina, og er talan har um sera umfatandi skaðar.
Eisini eru nøkur innbrot fráboðað, millum annað vóru nakrir málningar stolnir í einum handli á Áarvegnum, meðan onkur eisini hevði stolið eitt sindur av peningi úr kioskini umborð á Smyrli. Hesir gerningsmenn eru fangaðir.
Tvær ferðir eru politiviðtøkurnar eisini brotnar, og verða teir mennirnir ákærdir fyri hetta. Eitt slíkt brot úrslitar í eini bót.
Onkur klipp í koyrikortið vóru eisini givin um vikuskiftið.
Leygardagin seinnapart vórðu tvey klipp givin í Kaldbaksbotni fyri ferð, fyri ávikavist 106 og 108 kilometrar um tíman.
Eisini hevur onkur verið somikið djarvur at yvirhála inni í einum tunli, og tað kostar somuleiðis eitt klipp í koyrikortið.
Fyrrapartin í gjár fekk MRCC eisini eina fráboðan, tá ein bátur hevði mist motorkraftina. Talan var um ein 24 fót plastbát, sum varð staddur suður úr Gomlu Rætt, tá brekið kom á.
- RN