Ein hernaðardómstólur í Camp Lejeune í North Carolina skal taka støðu til, um tann 65 ára gamli Jerry Texiero skal í fongsul, tí hann sýtti fyri at gera hertænastu í Vietnam fyri 40 árum síðani.
Sambært ákæruvaldinum fekk Jerry Texiero boð um, at hann skuldi við einari herdeild til Vietnam í 1965. Saman við hinum varð hann fluttur av einari herstøð í Florida til Camp Lejeune, men herdeildin skuldi avstað, var Jerry Texiero ikki at finna.
Ákæruvaldið hevur ikki leitað eftir honum, men tá løgreglan í Florida herfyri tók fingramerkini hjá einum manni, sum var tikin í sambandi við svik, vísti tað seg, at hetta vóru fingramerkini hjá tí horvna hermanninum. Maðurin kallaði seg Gerome J. Conti, men fingramerkini avdúkaðu, hvør hann veruliga var. Nú kann hann fáa upp í trý ára fongsul fyri at vera rýmdur undan herskyldu.