Vilhelm toppskjútti tá Fram tapti fyri oddaliðnum

Fram tapti fyri oddaliðnum, Haukar í kvøld

 

Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Fram við sjey málum, tá hann og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum, Haukar á útivølli í kvøld.

 

Haukar vunnu 35-29. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Tá liðini fóru til steðgin var Haukar á odda við bert einum máli, 16-15.

 

Tá 10 minuttir vóru eftir kom Haukar á odda við 28-25, og eftir hetta slepti heimaliðið ikki takinum á dystinum.

 

Ígjár vann hitt føroyingaliðið, KA 32-22 á botnliðnum, ÍR á útivølli. Í steðginum var KA á odda 14-9.

 

Áki Egilsnes skoraði fýra mál og Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA. Nicholas Satchwell í málinum hjá KA hevði eitt bjargingarprosent uppá 33 prosent. 

 

Hósdagin spælir KA móti Afturelding á útivølli. Komandi sunnudag spælir Fram móti Selfossi á útivølli. 

 

Støðan:

 

Haukar    19 dystir    562:456    33 stig

FH    18    535:492    26

ÍBV    19    559:531    23

Valur    19    552:509    23

Selfoss    19    494:476    22

Stjarnan    19    545:524    21

Afturelding    18    477:487    19

KA    17 dystir   455:438    19 stig

Fram    19 dystir    500:493    18 stig

Grótta    19    486:515    12

Þór Ak.    19    425:528    8

ÍR    19    443:584    0