Vinkonur í Leikalund

Fríggjadagin lat upp listaframsýning í Leikalund við málningum hjá vinkonunum Berit Norðoy og Bjørg M. Andersen

Til dagligt arbeiða tær báðar vinkonurnar Berit Norðoy og Bjørg Mohr Andersen sum ávikavist bankakvinna og fotografur. Men stóra felags áhugamálið er myndlistin, og hava tær báðar verið við á fleiri framsýningum í Føroyum.
Berit málar abstraktar myndir, har tú hómar fólk og fjøll. Á myndunum, hon nú sýnir fram, hevur hon lagt seg serliga eftir at arbeiða við litum.
Málningarnir hjá Bjørg eru eisini abstraktir, har eitt gjøgnumgangandi tema er dýpdin, sum kemur fram á ymsar hættir í eyðkenda reyða litinum.
Framsýningin verður at síggja í vanligu upplatingartíðunum hjá Leikalund.