Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingar kunnu vinna 15.000 krónur við at finna upp á eitt navn. Men tað ber so til nú, tí í dag hevur MBF boðað frá stórari navnkaping.
MBF skrivar, at í 1981 fekk meginfelagið navnið Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, og í 2015 varð navnið broytt til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. Nú hevur aðalfundurin avgjørt, at meginfelagið skal hava eitt nýt navn. Starvsnevndin fekk uppgávuna at arbeiða víðari við navninum og hevur nú avgjørt, at navnakapping skal útskrivast.
MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, er eitt meginfelag við 24 limafeløgum. MBF sigur, at nýggja navnið skal vera stutt og lætt at nýta, lýsa virksemið hjá meginfelagnum og vera eitt navn, ið ongin annar nýtir.
MBF skrivar, at øll kunnu vera við í kappingini, og uppskotini skulu latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum. Annar brævbjálvin skal merkjast "navnakapping". Har skal uppskotið við nýggja navninum liggja saman við frágreiðing um, hví navnið er hóskandi. Hin brævbjálvin skal merkjast "nýggja navnið og luttakari". Her skal navnið liggja saman við navninum á luttakara. Hetta verður gjørt, so starvsnevndin í tilgongdini sær uppskotið til nýtt navn og ikki navnið á luttakara.
MBF skrivar eisini, at vinnarin av navnakappingini fær eina virðisløn áljóðandi 15.000 krónur.
- MBF vónar, at mong taka av avbjóðingini at finna nýtt navn til MBF. MBF tilskilar sær rættin at velja annað uppskot enn eitt av teimum innkomnu uppskotunum, skrivar MBF í tíðindaskrivi í dag.