Vit arbeiða til liðugt er

Súsanna Hansen hevur starvast á laksavirkinum hjá Hiddenfjord síðani 2011. Hesi árini er nógv hent á virkinum. Framleiðslan er økt, og er meira framkomin, og starvsfólkini eru nógv fleiri í talið

Grøni liturin gongur aftur hjá Hiddenfjord. Vit fáa grønar kitlar og húgvur, tá vit fara inn at síggja framleiðsluna á virkinum. Grøni liturin sæst ikki bara í búmerkinum, tvíkiljum og bygningum, fyritøkan hevur eisini ein grønan profil. Smoltstøðin á Fútakletti hevur sólpanelir eftir allari tekjuni, og í skrivandi løtu eru 1844 dagar síðani at Hiddenfjord gavst at flúgva laks.

 

Í framleiðsluni merkja tey ikki nógv til júst hetta við tí grøna, men laksurin, sum skal til USA, skal í pakkeskjur, tí tað krevja tey vestan hav. Hvønn dag koyra bussar starvsfólk til og frá arbeiði. Talan er um elbussar, sum sjálvandi eru grønir í liti. Bussarnir koyra bæði til smoltstøðina á Fútakletti og til laksavirkið í Sørvági. Súsanna Hansen býr í Sørvági, hon hevur stuttan veg til arbeiðis og brúkar tí bara bussin, tá veðrið er ringt, men hon hevur fleiri starvsfelagar sum hava stóra gleði av bussinum.

 

– Nógv brúka bussin, hann er fullsettur hvønn dag.

 

Til ber at fylgja bussinum á eini app, har tað sæst hvar bussurin er staddur.

 

##med2##

 

Súsanna Hansen byrjaði á Hiddenfjord 2011. Hesi árini hon hevur starvast hjá Hiddenfjord er framleiðslan økt nógv, og starvsfólkini eru vorðin nógv fleiri í tali.

 

– Eg sá beinanvegin, at framburður var á veg. Vit hoyrdu at útbyggingar vóru í gongd, og skitsur vóru frammi longu tá.

 

Súsanna Hansen arbeiðir í fyrsta liði í framleiðsluni, hon leggur laksin í kryvji maskinuna, tað hevur hon gjørt í eitt ár. Áðrenn hon fór í kryvji maskinuna at arbeiða, hevði hon ymiskar uppgávur. Men nú dámar henni best at hava fast pláss.

 

– Kom hon eftir mær, so fór eg, men nú dámar mær betur at hava fast pláss, eg eri blivin so gomul, sigur hon og flennur.

 

##med3##

 

Økt tonsatal og fleiri starvsfólk

 

Áðrenn Súsanna Hansen byrjaði hjá Hiddenfjord, starvaðist hon á flakavirkinum í Sørvági. Har bleiv laksur eisini virkaður, og tí dugdi hon hetta arbeiði, tá hon byrjaði hjá Hiddenfjord, og tað segði hon, tá hon søkti arbeiði.

 

– Tað var gott at koma sum nýggj, tí eg dugdi arbeiði, men eg sá, at tey vóru meira framkomin enn á gamla flakavirkinum.

 

Arbeiðið á Hiddenfjord er nógv broytt hesi árini, Súsanna hevur verið í starvi. Tá hon byrjaði, bleiv laksurin bara kruvdur. Fløkini komu seinni. Ein linja var, og tað mesta av arbeiðinum við linjuna bleiv gjørt við hond. Nú eru tvær linjur, sum eru meira framkomnar enn gamla linjan. Við linjurnar verður arbeitt uttan steðg, og har fara nógv flak ígjøgnum.

 

– Tað hevur verið ein øðilig framgongd, og nógv tons. Tað er munur á at gera 25-30 tons, og síðani at fara upp á 105. Vit eru eisini nógv fleiri fólk, og man kennir ikki helvtina, sigur Súsanna Hansen og flennur.

 

##med4##

 

Í alt eru tey 350 starvsfólk. Tey hava gott samanhald, og tey hava lætt við at koma í samband við hvønn annan.

 

Javnan koma nýggj starvsfólk við Nordjob skipanini. Tey flestu koma úr Svøríki, onnur koma úr Finnlandi, Danmark og Noregi. Hesi starvsfólk eru í tryggjar mánaðar, fara avstað, og síðani koma nýggj starvsfólk, vanliga koma 10 í senn.

 

– Tað riggar væl. Vit læra tey arbeiði, tey tíma væl, og eru røsk. Tað er eingin trupulleiki at starvsfólkini verða skift út.

 

Hesi starvsfólkini gerast eisini ein náttúrligur partur av starvsfólkahópinum, og teimum dáma væl at práta.

 

 

 

Einki eitur 8-16

 

Arbeiðið á Hiddenfjord er tongt at árstíðini. Nógvur vakuumpakkaður laksur verður sendur til Kina. Hetta er laksur, sum er nakrar dagar gamal. Undan jólum verður nógvur heilur laksur seldur til Kina, heilu laksarnar verða brúktir til sushi, og tað merkja tey longu nú á Hiddenfjord.

 

Tey hava eina vakt, og arbeiða til liðugt er.

 

– Her er einki sum eitur 8-16. Flakið byrjar klokkan 8 og kryvjingin klokkan 8:30.

 

##med5##

 

Hendan dagin vit vitja, hava tey við kryvjimaskinurnar arbeitt til klokkan 17 alla vikuna, og tað er púra vanligt. Aðrastaðni á virkinum arbeiða tey longur. Fyrr vóru dagarnir longri, men tað er nú broytt. Súsanna Hansen heldur at arbeiðið og fyritøkan er væl skipað.

 

– Tey royna at fáa virkið at koyra so væl sum gjørligt, men onkuntíð henda teknisk brek. Arbeiði er kortini ongantíð longri enn til klokkan 19.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##