Vit gita: Árni og Brian til B36

Hetta er tíðin, tá leysasøgurnar fáa bein at ganga á

Kappingarárið í fótbólti nærkast endanum, og feløgini eru í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Ein spælari, sum tað hevur veirð tosað nógv um, er Árni Frederiksberg, ið ikki hevur longt sáttmálan við NSÍ enn.

 

Les eisini: (FM1) Samrøða við Jákup á Borg

 

Hann hevur fyrr úttalað seg til In.fo, at hann ikki tekur nakra avgerð fyrr enn kappngarárið er liðugt, og at hann bara hugsar um at tryggja NSÍ pláss í Evropa.

 

Leysasøgur hava í eina tíð sett hann í samband við HB, men sum In.fo skilir, so er talan heldur um hitt liðið í Gundadali, B36, ið skal verða í holt við at tryggja sær Árna Frederiksberg.

 

Les eisini: B36 fer frá sigri og til sigur

 

Jákup á Borg, venjari hjá B36, váttaði í gjár fyri FM1, at B36 er í holt við at finna avloysarar fyri eitt nú Odmar Færø og Meinhard E. Olsen, sum báðir ætla at royna eydnuna uttanlands. Hann váttaði samstundis, at talan fyrst og fremst er um føroyskar spælarar.

 

Bolt.fo hevur sett B36 í samband við áleyparan hjá Skála, Brian Jakobsen. Okkurt bendir á, at B36 í løtuni arbeiðir við at tryggjar sær bæði Brian Jakobsen og Árna Frederiksberg til komandi kappingarár.