Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi til eitt nýtt virkið á Tvøroyri, sum skal virka svartkjarft til fars, ella, surimi, sum tað eitur.
Hallur í Heiðinum, formaður í vinnunevndini hjá Tvøroyrar Býráð, sigur, at Varðin fekk gravingarloyvi nakað síðani, so útgrevsturin er næstan liðugur, og í kvøld varð so byggiloyvið eisini útvegað.
Varðin Pelagic hevur keypt landingarmistøðina, sum stendur undir liðini á nýggja uppsjóvarvirkinum á bryggjuni á Tvøroyri, og tað er í høvuðsheitum húsið, landingarmiðstøðin húsaðist í, sum nú skal brúkast til at gera surimi burtur úr svartkjafti.
Tað eru nakrir fáir metrar ímillum uppsjóvarvirkið og landingarmiðstøðina og í hesum sambandi skal tað gerast heilt ímillum báðar bygningarnar fyri at hava alt undir sama taki. Samstundis skal ein minni bygningur byggjast uppí landingarmiðstøðina, niðaneftir.
Hallur í Heiðinum sigur, at Varðin hevur upplýst, at ætanin er, at nýggja surimivirkið skal takast í nýtslu seinni í ár.
Í KvF nú ein dagin upplýsti stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, at talan er um eina íløgu upp á 70 milliónir, og at talan er um eitt arbeiðspláss til eini 70 fólk. Men ætlanin er í stóran mun at brúka arbeiðsfólk av uppsjóvarvirkinum, tí tað stendur stilt ein part av árinum, men við surimivirkinum afturat, ber til at útvega eitt nógv støðugari arbeiði.
- Arbeiðið er bara á uppsjóvarvirkinum ein part av árinum, so tað er ógvuliga kærkomið fyri arbeiðsfólkið, og fyri kommununa, at surimivirkið kemur afturat, sigur Hallur í Heiðinum.