Zelenskyj: - Hatta er Russland

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter í morgun, at tað eru russar, sum hava gjørt seg inn á danskt loftrúm

Í gjárkvøldið órógvaðu fleiri dronur Kastrup Lufthavn, soleiðis sum greitt er frá í fleiri greinum her á In.fo.

 

Avleiðingin var, at lufthavnin var stongd í fleiri tímar. 

 

Men, tað var ikki bara Kastrup Lufthavn, sum varð órógvað av dronum í gjárkvøldið, ti í nakrar tímar varð eisini Oslo Lufthavn stongd.

 

Norska løgreglan segði seg tó ongar ábendingar hava um, at hesar hendingar høvdu nakað við hvørja aðra at gera.

Danska løgreglan hevur í morgun hildið tíðindafund um hendingarnar, sum órógvaðu flogferðsluna í Kastrup.

 

Løgreglan sigur seg ikki vita, hvør skipaði fyri, men ábendingar eru um, at talan er um onkran "kaðalveitara", sum tikið verður til.

 

Tá løgreglan varð spurd, um hendingarnar kunnu hava tilknýti til Russland, segði løgreglan, at hetta verður kannað.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter í morgun, at tað eru russar, sum hava gjørt seg inn á danskt loftrúm.

 

Men, hetta kundi danska løgreglan ikki vátta á tíðindafundinum í morgun.

 

- Men við tað, at hetta ikki kann útilokast, er hetta eisini ein partur av kanningararbeiðnum, segði Jens Jespersen hjá donsku løgregluni í morgun.