helt hann í fyrstari, at tað var eldur í maskinrúminum. - Men so var ikki. Tað hoyrdist, at okkurt hendi við motorinum, men tað virkaði ikki so ógvusligt kortini. Hol var komið á sjálvan blokkin, har stempul [...] tilsamans 9 túrar við fullari last. Jóan Petur í Soylu sigur, at veiðan higartil í ár hevur verið góð, og soleiðis var eisini í vertíðini í fjør. - Nú er gulllaksavertíðin knappliga hálvrunnin, men greitt er, [...] mans hava verið við Eysturbúgvanum hvønn túrin. Teir eru umborð tveir túrar í senn – og síðan ein í landi. Hetta merkir, at tilsamans 10 mans eru knýttir at skipinum og hava soleiðis sítt livibreyð umborð
Vinnunevndin er ein sera spennandi nevnd at arbeiða í. Beinir Johannesen vísir á, at higartil í hesi setuni hevur fiskivinnulóggávan verið til viðgerðar í vinnunevndini, og hann heldur, at hetta var ein sera spennandi [...] ókend fyri mær. Hvat var títt arbeiði, áðrenn tú fór upp í landspolitikk - og ert tú framvegis í hesum starvi? - Áðrenn eg varð valdur á Føroya løgting, arbeiddi eg hjá KBI í Klaksvík, har eg var handilsleiðari [...] halda fram, men nú arbeiði eg avmarkaða tíð og ikki við somu ábyrgd sum frammanundan. Hetta dámar mær væl, og hetta passar eisini væl saman við, at eg í løtuni eri í holt við eina útbúgving, har eg taki
las hetta lesarabræv. Eg helt hetta vera tað reina fantasi. Hvussu ólukkan kundi man gera ein so langan tunnil undir havsins botni? Hetta hevur allar helst verið um ta tíðina, tá Vágatunnilin var í st [...] Clementsen á Sandi sigur, at tann eina dagin var eitt lesarabræv í Dimmalætting, har ein kendur maður úr Skálavík skrivaði, at tað einasta rætta var at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy [...] letur upp fyri almennari ferðslu í morgin? - Hetta fer at flyta okkum inn í nýggjar tíðir! Fyri einum 30 ella 40 árum síðan, tá flestu húski hildu Dimmalætting, var vanligt, at menn og kvinnur skrivaðu lesarabrøv
eg so fekk at vita, at hetta var í lagi, var eg ordiliga ordiliga glað. Hetta var simpelthen tað besta sum kundi henda fyri meg. - Tað var sera gott at koma her á skúlan. Tað var ordiliga “yes” fyri meg [...] einum flokki, har ein skal fáa nakað burturúr tímunum, og har ein somuleiðis skal kunna konsentrera seg um undirvísingina. Hetta hevur verið ein av trupulleikunum hjá Tanju. Og tað var tí sum at koma á [...] víðari á útbúgvingarleið sínari. Tað var heldur ikki uttan orsøk, at hon júst byrjaði her við Áir: - Orsøkin var hon, at eg hevði hoyrt frá øðrum, at tað var so sera góð hjálp at fáa her hjá tí einstaka
alt, eg orkaði, men kendi skjótt á mær, at orkan fór úr kropinum. Eg sá einki uttan um meg, og eg visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. Tilvildin Magnus [...] at kanska var tað bara ein boyða, hann hevði sæð flótandi á havinum. Magnus sigur, at hann var fullkomiliga avmaktaður, tá ið báturin kom fram á hann, men hóast eingin orka var eftir, var hann sannførdur [...] - Hann var útnyrðingur í ættini, og tað var nýkomið vestfall. Hetta er ringur streymur, um bíðað verður ov leingi, men ætlanin var at koma inn um, áðrenn íðan í Flógvanum tók seg upp. Tað var vánaligt
november spurdi meg, um eg ætlaði mær at stilla upp, segði eg sum var. Eg segði sum var, at eg hevði fingið onkrar áheitanir, men segði meg samstundis vónsviknan um, at hetta var likið út. Tí gjørdi eg av b [...] ferð í 1978, og tá var hann ikki fermdur. Hetta var við línuskipinum Morgunroðanum. - Eg havi verið sjómaður í mong ár, men havi bara siglt við línu-og snelluskipum. Havi eisini gjørt mær smávegis royndir [...] Tað var ikki nøkur løtt avgerð, tá eiðismaðurin Grímur Hammer gjørdi av at lata seg stilla upp til felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag. Men, tá freistin var úti hin 4. desember, var hann eitt av
- Tú mást orsaka, at eg tivi so illa. Men eg var júst í ferð við at saga pinnabreni, nú tú ringdi. Soleiðis geri eg hvønn einasta dag, so hetta er bara ein partur av tí at búgva her, sigur Johan í telefonini [...] stutt. Taka yvir Tað var ikki frítt, at Johan bleiv eitt sindur kløkkur, tá hann fekk at vita um søluna. - Tað føldist so óveruligt, og føldist sum um at teppið nú var skrykt undan mær og konuni í einum. [...] Hóast væl varð leitað, var hvørgin teirra í iva um, at Fámará bar av øllum. - Tað var so løgið, ja, heilt absurd, at tað segði bara pling beinanvegin, tá vit komu higar. Her var nógv at taka fatt í, men
kók hjá fólki. Og nú hann segði nakað um eitt ávíst mál, so var reaksjónin har beinanvegin: - Hjá mær hevur verið ein sannur telefonstormur - ein góður stormur. Tí eri vorðin niðurringdur av fólki, sum hava [...] skrivaði. - Men so vil eg skunda mær at leggja aftrat, at eg hevði verið ein sera, sera lítil maður, um eg skuldi skift meining nú. Tað geri eg ikki! Eftir at lesarabrævið var prentað komu viðmerkingar nógvastaðni [...] systkin, pápin var sjómaður og nógv burturi, og mamman stríddist heima við hús og tók sær av heimi og børnunum. - Lívsins skúli lærdi meg, at vera opnan og erligan. Mær dámar væl at skriva, og tá ein sigur tað
Vági tá eg var ungur. Hann æt Johan Weihe, og hjálpti hann mær til Danmarkar, tá eg skuldi niður at byrja á studentaskúla. Heimið eg vaks upp í, var heimamissiónskt, og eg hevði ein pápa og ein abba, sum [...] gamlaárskvøld í Kunoy. Tað var eisini á prædikustólinum í Kunoy, at eg hevði mína fyrstu prædiku. Tað var í 1964, tá eg var undir lesnaði og var heima í summarfrí. - Tað er ein lætti at gevast nú. Fyrst [...] gekk mær sera væl, og eitt skifti var eg í døpurhuga yvir hvørja leið eg skuldi velja. Av tí at tað lá so væl fyri, royndu lærararnir at stuðla mær í at halda fram við latíni og grikskum, og fáa mær cand
í Kringvarpinum? - Eg hevði sett ein húsavørð - beint nú. Ein, sum kundi flutt teir fýra tómu sodavatnskassarnar, ið hava staðið á trappugongini síðan valið í heyst. Ein, sum kundi syrgt fyri, at flaggstongin [...] n, sum fór í ódnarveðrinum á jólum, varð koyrd í rusk og ein nýggj kom í staðin. Ein brotin flaggstong er nógv verri enn eingin flaggstong. Ein, sum hevði vaskað burtur ella málað út yvir ljóta veggjakrutlið [...] - Eingin sending er góð í sjálvum sær. Men, útvarp í ódnarveðri er altíð gott, stormútvarp! Tá hoyrist tað veruliga, at her er talan um fólk, sum dáma tað, tey gera. Tað dámar mær væl. Og tíbetur eru tað