er so umfatandi, er tað ógvuliga ivasamt, um stundir eisini verða til tað politiska arbeiði. Og verða ikki stundir til bæði, er eingin ivi hjá Ingeborg Vinther um, hvat hon offrar. Eg fari altíð at taka [...] fremsta politikara, nú løgtingsval verður seinni í vár. Ingeborg vinther hevur ikki endaliga gjørt av, um hon fer at stilla uppaftur til komandi løgtingsval. Men tað er slett ikki vist, sigur hon. Hon sigur [...] eftir hann hevur bygt alla sína politisku karrieru uppá, nettupp at spilla Javnaðarflokkin út. Men hetta vísir bara, hvussu lágt summi eru til reiðar at seta seg fyri ein fjálgan løgtingssess og fyri at
Landsstýrismaðurin Anfinn Kallsberg hevur lagt uppskot fyri tingið um broytingar í løgtingslógini um stuðul til flutning av fiski. Uppskotsstillarin sigur, at ætlanin við uppskotinum er at javnstilla fiskifør [...] fiskifør, sum leggja fisk upp í bygdum, har eingin fiskakeypari er. Í galdandi lóg stendur, at »hetta er bert galdandi fyri bátar, ið eru heimahoyrandi á omanfyri nevndu plássum«, men hesa orðing vil [...] fingið stuðul at flyta veiðina til nærmasta fiskakeypara, meðan bátar á staðnum hava fingið tað, men hetta skal sum nevnt broytast, verður uppskotið samtykt. Metti kostnaðurin av broytingini er ikki endaligur
landsstýrismaðurin hevur spurt stýrið um, hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at betra um viðurskiftini, og hevur stýrið latið landsstýrismanninum eina frágreiðing um hetta, sum hann hevur tikið til eftirtektar [...] skoðanin hevur gøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum. Og í viðmerkingunum til uppskotið [...] vísir á, at tað er neyðugt, at skipaðir framferðarhættir verða nýttir, tá metingar skulu gerast av, um grunnurin skal keypa hús á tvingsilssølu, og mælir til at gera eina skrivliga mannagongd viðvíkjandi
Signar á Brúnni hevur fyri Tjóðveldisflokkin lagt uppskot fram á ting um at gera broytingar í løgtingslógini um fólkaskúlar. Í viðmerkingunum sigur uppskotsstillarin, at fyri sløkum ári síðani var nýggja [...] meirilutanum ? Nógv hevur verið kjakast um, nær farið skal verða undir at veita frálæru í donskum í fólkaskúlanum. Ráðleggingarnevndin, ið hevur gjørt álitið um nýggja fólkaskúlalóg, hevur somuleiðis viðgjørt [...] í mentanarnevndini, at partar av skúlanevndarlimum í landinum skulu verða valdir av kommununum. ? Hetta ber í sær, at í fleiri førum fær kommunustýrið ávirkan í tveimum førum, fyrst í skúlanevndini, síðan
hesum keldunum havi eg eisini kravt so nógva talutið, at »tað bleiv ovboðið hjá hinum valevnunum«. Hetta seinasta er ein løgin pástandur, eftirsum tað ikki vóru valevnini, sum býttu talutíðirnar ímillum [...] hjá flokkinum (ein av teimum trimum Starvsnevndarlimunum er eisini valevni, og hon fekk, tá saman um kom, meira talutíð í sjónvarpinum enn nakað annað valevni). Longu áðrenn eg stillaði upp, gjørdi eg [...] taka sær av orðaskiftinum í útvarpinum, og at eg skuldi taka mær av orðaskiftinum í sjónvarpinum. Hetta seinna bar tó ikki til, tí sjónvarpið vildi hava tveir luttakarar, segði formaðurin Óli Holm. Hesum
heldur vánaligar. Veruleikanært Hetta er eitt science-fiction ævintýr um tíðarumboðsmenninar á TSA, Temporal Security Agency. Teirra hetjukenda uppgáva er at forða fyri og betra um teir skaðar, sum brotsmenn [...] brotsmenn hava gjørt á fortíðina til tess at broyta søguna til teirra fyrimunar. Tað ræður sum altíð um, at bjarga jørðini undan fremmandari megi. Vit eru í 24. øld, men handlingin fer fyri tað mesta fram í einari [...] fara út og inn allastaðni. Verður hugt upp móti sólini, verður ein blindaður! Eftirgjørd menniskju Hetta er triði partur av eini framhaldssøgu. Men ein lítil hjálpivera, Arthur, ein eftirgjørd vera, syrgir
tekningar í sterkum og veikum litum blandaðar hvør um aðra, og videobrot og animatiónir at klikkja á allastaðni. Tøkniliga vakurt Kavadrotningin er ævintýrið um dreingin Kaj, sum fær eina splintur av speglinum [...] sum alt annað. Í einum karmi um bókina liggja tær funktiónir, okkum nýtist; eitt ikon fyri byrjan, eitt fyri enda og eitt fyri ljóð. Einfalt og lætt. Ov tamt Men er hetta ein CD, ein skal keypa til sín [...] bókina sum fyrimynd. Vit blaða og byrja søguna við sjálvi at bróta speglið, so splinturnar spjaðast um allar síður. Spælið í forritinum, tí slíkt finst eisini, gongur út uppá at savna allar splinturnar
enn í fyrsta lagi um einar tveir mánaðir. 56K = v.90 Endiliga er semja fingin um at sameina tær ymsu standardirnar á 56K modemunum. Ætlandi verður nýggi standardurin tikin í nýtslu um einar tveir mánaðir [...] nýggja standardinum verður á marknaðinum í mai-juni mánaða. Nýggi standardurin fær navnið V.90, og er hetta eitt náttúrligt framhald av teimum V.30 standardum, sum higartil hava verið nýttir. Hvussu nógv? Hvussu
óvist enn, tí tað hava teir ikki spurt forlagið í USA um. Skaldsøgan verður at fáa í bókabúðunum í USA um einar tríggjar vikur. Martin Joensen upplýsir um permuna annars, at tað var ein mynd hjá myndamanninum [...] USA, um loyvi at nýta føroysku permuna til teirra útgávu av skaldsøguni. Sagt varð eisini, at forlagið í USA hevði valt føroysku permuna, sum tann besta av øllum »Barbu« útgávunum, sum eru víða um í heiminum [...] Compay, Traverse City í Michigan, sum gevur skaldsøguna út. Hetta er bókaforlag sum serliga leggur dent á at geva út útlendskar bókmentir, bøkur um málvísund og tónleik. Alan Bower, stjóri á forlagnum, sigur
hálsfevndust um vikuskiftið og blivu rørandi samdur um at samstarva um húsini. Og síðani er tað hent, at báði Bátafelagið, Bjargingarfelagið og Býráðið hava skrivað undir ein brúkssáttmála um húsið niðri [...] hinumegin endaði í sátt og semju nú um vikuskiftið. Og tað endaði sum tað skuldi: Bjargingarfelagið verður ikki rikið á dyr, men Bátafelagið sleppur eisini inn. Hetta hendir eftir at vit einaferð enn hava [...] Havn eisini skuldi hava innivist í húsinum. Hetta fall Bjargingarfelagnum fyri bróstið. Guttorm Eysturoy, formaður í Bjargingarfelagnum sigur, at hann tók hetta sum at Bjargingarfelagið varð blakað á dyr