heilsuverkið og hevur góð samstarvsevni. Freistin at søkja starvið er sett til 28.januar 1999 kl.14. Sí annars lýsing í blaðnum í dag. [...] lýst leyst til setan 1. mars 1999, ella eftir nærri avtalu. Hetta er avleiðing av bygnaðarbroytingum í Almanna- og heilsumálastýrinum og Almannastovuni. Heimarøktin verður ikki longur partur av Almannastovuni [...] og hann verður við til at mynda Serstovnaøkið og Heimarøktina. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki. Førleikakrøvini eru m.a., at viðkomandi, ið verður settur, hevur viðkomandi útbúgving
16. og 17. januar skipar Borðtennissamband Føroya (BTSF) fyri stórari borðtenniskapping í Badmintonhøllini í Havn. Hetta er ein opin kapping, har kappast verður í einmansleiki og tvímansleiki í øllum deildum [...] Kappingarnar í blandaðum tvímansleiki byrja, so skjótt kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki í viðkomandi deildunum eru lidnar. Væntandi er, at leygardagurin verður drúgvur í Badmintonhøllini í Havn. Lagt [...] luttikið regluliga í borðtenniskappingum seinastu fimm árini, kunnu kappast sínámillum, bæði í einmansleiki og tvímansleiki. Medaljur verða handaðar nr. 1, 2 og 3 í einmansleiki og nr. 1 og 2 í tvímansleiki
týdningi, at ongar bygnarbroytingar kunnu setast í verk, uttan at starvsfólkini verða kunnað og fáa høvi at vera við í tilrættaleggingini - sum staðfest í sáttmálanum. Eisini hevur tað stóran týdning fyri [...] Sigvaldsson, varð útgreinað tann semja, sum feløgini gjørdu við løgmann, Anfinn Kallsberg 7. januar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Starvsmannafelagnum, Verkfrøðingafelag Føroya og Føroya Byggifrøðingafelag [...] nú fer undir at gera ein greiðan leist fyri mannagongdirnar í samband við bygnaðarbroytingar, soleiðis at tann ótrygga støða sum hevur valdað í hesum máli ikki endurtekur seg, siga feløgini.
og Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, tá teir hava vitjað í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg. Seinasti ríkisfundur var í Føroyum 6. januar í fjør. Tá var Edmund Joensen løgmaður. Løgmaður segði, at hann [...] hann fór at rógva aftur á tey mál, sum hava verið umrødd millum Danmark og Føroyar, eitt nú flogvøllin í Vágum, ES -mál, sjóverjuna og uttanríkismál. ? Hetta eru mál, sum vit eru felags um, og sum vit hava [...] hann ikki hevur stórvegis viðmerkingar til ríkisfundin í gjár, av tí at hann ikki hevur verið við áður, og tí ikki veit stórvegis um, hvussu farið verður fram á slíkum fundi. Hóast embætisfólkini ikki sleppa
met í politiskum skilaloysi og politskum ódugnaskapi. Men eru tit í samgonguni og serliga tit í Tjóðsveldisflokkinum so væl nøgdir, at tit kalla semjuna søguliga, so skulu vit ikki órógva tykkum í tí. [...] mann. Ivist nú í, hvussu stórur uggi er í tí. Er andstøðan tykkara veruligi trupulleiki? So vóru tað høggini eftir Javnaðarflokkinum og mær. Høgni Hoydal leggur okkum undir at dusa okkum í ótryggleika fyri [...] Hoydal eisini nevnir bygnaðarbroytingarnar í umsitingini, so kemur hann inn á kjarnina í mínum atfinningum. Tá Javnaðarflokkurin ikki kundi vera við longur m.a. í málinum um bygnaðarbroytingar, so takkaði
úr Føroya Symfoniorkestri í Fríðrikskirkjuni í seinnu helvt av mars mánaði. Skal nakað koma burtur úr hesum ætlaða tiltaki, er brúk fyri nógvum eldhugaðum sangarum. Í mars í fjør bar væl til, tá Sálmur [...] verður í skúlanum á Glyvrum leygardagin 16. januar frá kl. 14.30 til 17.30. Skipað verður so fyri, at sangararnir fáa ein drekkamunn og ein kakubita. Tær báðar næstu venjingarnar verða helst 30. januar og [...] Leygardagin 16. januar kl. 14.30 byrja kórvenjingarnar í sambandi við ætlaða frumframførslu av Dávids Sálmum nr. 66 og 67, sum Jóhan Mortensen hevur skrivað tónleik til og sett út fyri kór og orkestur
beint í vinnunevndina hjá løgtinginum til vigerðar. Vinnunevndin hevur viðgjørt málið í farnu viku og tað er nú greitt, at tann sami ivin hevur gjørt seg galdandi í vinnunevndini, sum kom fram í viðgerðini [...] geva útlendingum rúmari ræsur í føroysku alivinnuni. Sum er kunnu útlendingar eiga upp til 33% av føroyskum alibrúkum. Men í heyst legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, uppskot fyri tingið [...] viðgerðini í Tinginum. Formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, sigur, at hóast viðgerðin ikki er heilt liðug enn, er tað púra greitt, at tað er ikki meiriluti í vinnunevndini fyri uppskotinum. Hann sigur
tann 27. juni. Síðsta tiltakið hjá orkestrinum í ár verður í oktober, har eisini føroysk løg, skrivað av bólkinum ?Frændir?, so nógv er at gleða seg til í komandi tíðum. So stendur næsta nýggjárskonsertin [...] nýtt var í ár eitt manskór við. Hetta var sera væl eydnað, tí Tórshavnar Manskór er jú nakað serligt, og ikki er tað heldur so løgið, at teir vóru við, tí ein partur av skránni var jú Soldátarkórið í ?Faust [...] frægari kór verður ringt at finna, í hvussu so er á hesum longdar- og breiddargradum. Ikki sørt minti hetta meg um at hoyra Mario Lanza við sínum ?Student Prince? í upptøku frá RCA framføra. Eitt satt
Fríggjadagin 15. januar letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Harald Bjørgvin, ið sýnir fram og framsýningin er opin til 19. januar. Allar dagarnar frá klokkan 14 til 18. Talan er um
einstakur limur í formannsskapinum. Hann segði, at málið nú var vorðið ein óneyðug provokatión, í eini viðbreknari tíð. Rúna Sivertsen og Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum eftirlýstu opinleika í lønarviðurskiftunum [...] ætlan skuldi málið verið avgreitt longu 1. januar, men av tí at tingformaðurin legði 2. viðgerðina niður 23. desember, helt orðaskifti ikki fram fyrrenn nú 7. januar. Undir fyrra parti av orðaskiftinum gjørdist [...] gjørdist greitt, at stór ósemja var um málið, bæði innanhýsis í flokkunum og í formanssakpinum, og at vandi var fyri at málið fór at fella við atkvøðugreiðslu. Tingformaðurin metti tískil at tað var skilabest