hann sum segði um Karen Blixen, at hon hevði uppiborið Nobel-prísin, og sum hon við takk kvitteraði fyri við at siga, at hetta skoðsmálið fløvaði hana enn meiri - enn at fáa hesa framúr bókmentaheiðursløn [...] hetta eyðsæð gjørt, at Heini so at siga hevur ”røntgent-fotograferað” hvønn gudsvin - bæði til andar og handar - sum har í øllum sakloysi er komin framvið, og hevur hetta helst gjørt, at Heini er mentur sum [...] Pola, sum fær okkum at minnast aftur á barna- og ungdómsbøkurnar um Høgna og Torkil í “Lognbrá” og “Fastatøkur” eftir Heðin Brú. Heini kom, meðan at hann las verkfrøði í Horsens, at kenna eina vakra gentu
undirritaða greitt, at ymiskt í hesi grein kann tykjast ógvisligt, ótrúligt ella ov nógv avgjørt. Men veruleikin er, at eg havi roynt at greiða sakliga frá hesi rørslu, at orða meg varliga og at loypa tað ringasta [...] rætt, kanska serstakliga tað, at navnframir kristnir zionistar ferð eftir ferð hava spátt, at Armageddon fór at koma og nevnt tað neyva árstalið – og at gongdin hevur víst, at spádómarnir vóru falskir. Av [...] - Eigur Ísrael at vera til? Flestøll fólk í Europa og USA, og eisini í fjarskotnari londum, eru samd um, at ríkið Ísrael, sett á stovn í 1948, hevur rætt at vera til, og eru samd um at tryggja henda rætt
settist at pilka lús. Hann læt seg úr klæðunum og sat og pilkaði, tá nólsoyingar byrjaðu at rulla steinar oman móti honum. Franski sjórænarin gjørdist so skakkur, at hann tók til beins oman at skipinum [...] fekk loyvi at liva. Toftirnar finnast enn. Korndalur eitur staðurin, har bygdin upprunaliga lá, og til ber at síggja hesar toftir tann dag í dag. Tíverri hava nólsoyingar verið so ósketnir, at teir hava [...] er nakað væl farist av tí, sum átti at verið har. Men tað finnast mong onnur fornminni í oynni, og hesi gerast nú ódeyðilig. Nólsoyar Fornminnisfelag hevur latið bók úr hondum, sum Steffen Stummann Hansen
skal hava sagt, at nationalisma er ein hættislig barnasjúka. Onkur hittinorðaður vil vera við, at nationalisma er degenererað tjóðskaparkensla. Nationalisma við oratoriskari orku er trupul at verja seg ímóti [...] almennan áhuga at vita, hvussu blokkurin og freistin ikki at prístalsviðgera hann nú í 7 ár hevur ávirkað landskassan, sum er sjálvt nervatyssið í landsins húsarhaldi. Frægasti mátin at gera hetta uppá [...] 1997-2001 ber til at siga, at í tíðini 2002-2006 varð blokkfíggingin við ongari prístalsviðgerð til almennar pensiónir, heilsuverkið og serforsorg skerd við umleið 100 milliónum. Av tí at umrøddu málsøki
sjófólki er sum skapt til at skriva skaldsøgur um. Bara havið í sær sjálvum er so ræðandi og forførandi, at rithøvundurin skal leita leingi eftir betri tilfari. Tað heldur rithøvundurin Carsten Jensen, sum var [...] ongantíð, um tað fer at kína tær ella geva tær ein logandi frammaná, áðrenn tú veist av. Tí er tað eisini okkurt sjúkliga spennandi við at vera saman við psykopatum, heldur rithøvundurin. Ongin smáligheit [...] øllum. Eg minnist, at eg mitt í øllum trunkanum av fólki hoyrdi ein journalist spyrja ein sjómann, um hetta ikki var at gera í so nógv burturúr einum rithøvunda. Tað var týðiligt, at journalisturin fiskaði
Evnið var eisini uppi at venda á Bókmentadøgunum, men danski gestahøvundurin Carsten Jensen noktaði at fara við í kórið av grenji um kreppuraktu bókmentirnar. - Veruleikin er, at tað verða seldar fleiri [...] n stórtrívist. Carsten Jensen stúrir heldur ikki fyri, at sjálvhátíðarliga akademiska bókmentaumhvørvið fer at hava eydnuna við sær í royndini at stinga góða smakin út í kortið. - Hatta er eitt umhvørvið [...] jú framvegis at lata sum um, teir keypa tær, minti Carsten Jensen á. Sjálvur hevur hann onki ímóti at verða umrøddur sum ein, sum "skítir á tann góða smakin". - Eg eri fullgreiður yvir, at nógvir av mínum
serliga hesi seinastu, fekst hann nógv við at fylgja gongdini hjá yndisfelagnum Chelsea, og tað hevur verið rímiliga hugaligt hesi seinastu árini, síðani russiskur einskiljingarkapitalur fór undir at fíggjað [...] fyri at byggja landið eftir stríðsárini. Við ófatiliga víðskygninum og eini ómetandi framskrúvu, runnu stovnurin og maðurin saman í eitt. Ein bræðin institutión. At oddviti á slíkum stovni megnar at leggja [...] í ferðini, og einaferð sigst, at hann í eini infight, í hondbóltslandsdysti, skrædlaði sær lógvarnar so illa, at blóðið dreiv úr beninum, men tað forðaði honum ikki í at streva víðari fram fyri heiðurinum
fyri hugsjónini um, at øll hava sama rætt og frælsi at virka, velja og verða vird. Og at tað er uppgávan hjá felagsskapinum – samfelagnum – at tryggja hesi rættindi og umstøðurnar at uppfylla tey eftir [...] ásamt um, at fólkaræði snýr seg ikki bert um, at meirilutin ræður, sum so ofta verður framhildið. Men hinvegin um at tryggja rættindini hjá minnilutum og at hava fastar mannagongdir fyri at viðgera ósemjur [...] fara at fáa økt rættindi og frælsi at virka og liva, fara vit at hoyra teg fyri okkum fegnast. Tá ið Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, fara vit at síggja teg ljóslivandi fyri okkum og fegnast um, at okkum
jólagávur: - Minst til, at endamálið við gávuni er at gleða móttakaran. Legg tí tín persónliga stíl til viks. -Legg dent á, at gávan kann skiftast um, og at móttakarin ikki er noyddur at brúka hana fyri tína [...] Ætlanin við at geva gávur er at gleða hvønnannan.Ofta endar tað tó við, at vit í evstu løtu keypa eitthvørt, sum vit innast inni væl vita, helst ikki fer at geva heilt stóru gleðina. Og vit munnu somuleiðis [...] helt víst, at »Hvussu kundi tú vita, at hetta var júst tað, eg ynskti mær?« Ella »Hetta hevur mær manglað í fleiri ár, hvussu visti tú tað?« Ein annar møguleiki er eisini at biðja fólk sjálvi um at skriva
nýggjum. Listasøguliga eru hesi verk eisini serlig bara við tað, at tey mær vitandi eru tey størstu, sum nøkur føroysk listakvinna hevur gjørt og her mugu vit jú staðfesta, at støddin er av týdningi. Verkið [...] seks heilar síður til longdar, men sum tykist longri av tí, at týðingin á donskum og enskum fylgir tí føroyska tekstinum. Sæð burtur frá hesi heldur ørkymlandi tekstuppsetingini, veita bæði myndir og tekstur [...] Merkingin hjá hesum listaverkum er, at tey eru tilburðir heldur enn eginleikar, úrslit av ávísum gerðum, sum nema við týðandi mál í samtíðini.”. Eg eri fullgreið yvir, at ein tílík stutt presentatión av einum