vita, at hýsa er tað ringasta, ið er at hava við at gera. ? Ikki minst rukkulívið ið varð við at flyta fisk ímillum virkið ymsastaðni í landinum. Tí tað fekst ongantíð at virka. Hanna Hansen sigur, at tað [...] fiskaarbeiði í Føroyum í miðstaðarøkið. Hon heldur, at av tí at so nógvir almennir pengar eru uppíí, hevur Fiskavirking eisini skyldur ímóti útjaðaranum í Føroyum. ? Tað ber ikki til at miðsavnað at fiskaarbeiði [...] hvussu í víðu verð skal nakað virkið ganga uppá henda mátan, spyr hon. Roynt at knúsa Hon heldur, at niðurstøðan kann ikki verða onnur enn, at ætlanin alla tíðina hevur verið at knúsa virkið í Miðvági
Einar, at teir í Kyndli als ikki hava mist trúnna á, at teir kunnu koma í steypafinaluna í ár. Fimm mál er einki at snakka um. Um vit fáa góðan stuðul frá kyndilsáskoðarunum í Havn, so er tað als ikki ómøguligt [...] spælarar, sum duga sera væl at spæla strikuna. Hetta høvdu vit eisini tosað um undan dystinum, og vit høvdu avtalað, at vit skuldu ansa sera væl eftir hesum. Men tað heldur bara ikki í dystinum, og tað er ov [...] eftir dystin. Hann segði eisini, at tað var ov vánaligt av Kyndli at lata strandingar fáa so nógv mál av strikuni. Vit vita jú, at teir spæla sera nógv upp á strikuna, og í Alexandur og Arthur Johansen hava
Maria og tekur í blokkin sum liggur á borðinum. Har var einki eftir, aftaná at eg hevði givið bróst. Maria er ein vøkur kvinna í 40-unum. Hon eitur í veruleikanum nakað annað, men vil ikki avdúka sítt rætta [...] Eg kontaktaði eitt privat sjúkrahús í Danmark og fekk at vita, at tað kostaði 40.000 krónur. Eg fekk tíð har, men hoyrdi so um eitt stað í Ìslandi, sum gjørdi hetta fyri 15.000 krónur, og valdi eg tí heldur [...] lagdur omaná bróstvøddan. Ìsetin hjá Mariu er ikki tað siðvanda silikonið uttan kóksalt, íð ikki er vandamikið at fáa í kroppin. Tað er meira pínufult at leggja ísetan undir bróstvøddan. Eg hevði næstan
Blóðtøppurin hevði við sær, at Kjartan, sum dámar væl at skriva, ikki longur fær brúkt høgru hond sína til hetta. Hetta hevur kortini ikki tikið hugin og áræðið frá honum at skriva niður tað, sum hann verður [...] fer at hava? Tað dugi eg ikki at siga enn, eini seks, kanska, sigur hann. Kanska prentaður Hetta er ikki fyrsti sálmurin, ið Kjartan hevur skrivað og vónandi heldur ikki tann seinasti. Eg havi ikki tal [...] er hann kortini virkin og ynskir at brúka tíð sína til ymiskt virksemi m.a. til at lesa og at skriva. Ein stóran part av tíðini brúkar hann til at lesa í Bíbliuni. Hetta er dagligur lestur fyri meg, sum
Men tað órógvar hann ikki. - Eftirlitsmenn eiga als ikki at sleppa umborð á trolararnar. Hevði eg ikki lovað teimum umborð, hevði eg ikki staðið her í dag. Men eg ivist ikki í, at eg hevði gjørt júst tað [...] var í gjár í rættinum í Murmansk, tí hann er ákærdur fyri at hava borið fiskiveiðisáttmálan millum Noreg og Russland. Í fyrra lagi er hann ákærdur fyri at hava fiskað ólógliga við Svalbard, og í øðrum [...] gamli skiparin í rættinum. Hann vildi eisini vera við, at hann hevði boðið norsku sjóverjuni at seta bát út, so teir kundu fáa eftirlitsmenninar aftur, men at sjóverjan tók ikki av. Hetta avsanna norðmenn
20-30 framsýnigar bæði í Danmark og í Føroyum, og í løtuni hevur hon eisini eina framsýning í Hammel í Danmark. Hon veit ikki rættiliga hvar næsta framsýning hennara verður, men í 2007 verður hon við á [...] dagar, men setur seg niður at mála inn í millum, tá hon hevur hug. Tá hon setur seg at mála, hevur hon ikki langa tíð um ein málning, hon málar skjótt, men tað kann koma fyri at hon hevur fleiri mánaðir [...] fødd 30. septembur 1964 í Sandavági, og er í dag 41 ár. Hon hevur altíð havt áhuga fyri málningalist. Sum 10 ára gomul byrjaði hon at tekna og sum 15 ára gomul byrjaði hon so at mála. Fyrsti málningur hon
avleiðingar tað hevur havt fyri hana eitt nú tað, at hon ikki kann fáa børn. Tey ungu vilja út at liva lívið. Er nakað nýtt ella skeivt í tí? Nei, sjálvandi ikki. Soleiðis hevur tað altíð verið. Tey ungu hava [...] seta seg ikki niður at grunda um, hvøjar avleiðingar hetta ella hatta møguliga kann hava. Soleiðis hevur ungdómurin altíð verið, og soleiðis eigur tað at vera. Vit »gomlu« hava kanska lyndi til at stúra ov [...] ov nógv. Vit hoyra, at nú er nógv ecstasy og onnur rúsevnasløg í landinum ... at ung heilt niður í 12 ára aldur ganga og mala full úti um náttina ... at so gott sum hvørja ferð dansur er fyri tey ungu
At Finni Helmsdal ikki dámar Sosialin og fólkini, ið her starvast, tað hevur hann so ofta víst, bæði í skrift og talu. Men harfyri at fara at pástanda, at hann »ikki hevur fingið innivst fyri sínum greinum [...] er sinninum, sum tingmaðurin ikki kann stýra, so eigur hann at vita, at sum fólkavaldur løgtingsmaður eigur hann at læra seg at stýra sær serliga væl, tí tað forpliktar at vera fólkavaldsins umboðsmaður [...] skuldsetingum, bara tí at hann av eini ella aðrari orsøk hevur fingið ilt eyga á einstakar persónar ella fyritøkur. Tað sum serliga órógvar okkum er, at hetta ikki er fyrstu ferð og ikki einastu lygnirnar,
Summi spæla Gekk ella í V4, meðan onnur hava fyri neyðini at útfylla ALS-kortini við regluligum millumbilum. Signhild noyðist ikki at fara inn í hvørt einasta hús at avgreiða hetta slagið av ørindum. Skipanin [...] løgd soleiðis, at stundir ikki altíð eru til tað. Tey vilja fegin vita, hvussu tað gongst aðrastaðni í oynni: Um tey eru liðug at hoyggja í grannabygdini. Hvør mundi vera við bátinum í morgun. Hvør fór [...] viðganga, at eg havi ikki møguleika til tað. Stundir eru snøgt sagt til tað, sigur Signhild. Hon viðgongur tó, at tað ikki altíð er so lætt at fara frá aftur hesum hugnaligu fólkunum, sum dáma so væl at práta
fremst, at vit skuldu leggja út í skjúttarnar hjá teimum, so teir ikki sluppu ov nær, og tað eydnaðist eisini rættuliga væl. Somuleiðis høvdu vit fingið boð um at verða tolnir í álopspartinum, og ikki gera [...] dystin móti H71. Hetta var ein ómetaliga týðandi sigur hjá okkum at fáa í hús. Nú eru vit javnir við teir, meðan vit høvdu verið fýra stig aftan fyri, um vit høvdu tapt, og tí var talan í veruleikanum um [...] dyst, segði Áki eftir dystin. Hann helt, at dysturin hevði verið merktur av tveimum fantastiska góðum verjum og málverjum, og at hetta hevði gjørt sítt til, at báðir partar høvdu havt nokk so fitt av