Ein bussur brennur eftir eina bumbuspreinging nærhendis hernaðarstøð í Cali í Kolumbia fríggjadagin. (Savnsmynd) - Mynd: Joaquin Sarmiento/Ritzau Scanpix

14 dripin í bumbuálopi í Kolumbia

14 fólk eru deyð og 38 særd í einum bumbuálopi í landsynningspartinum av Kolumbia í gjár.

Ein bussur brennur eftir eina bumbuspreinging nærhendis hernaðarstøð í Cali í Kolumbia fríggjadagin. (Savnsmynd) - Mynd: Joaquin Sarmiento/Ritzau Scanpix

Tað sigur guvernørurin í økinum, Octavio Guzman, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Hann deildi eisini fleiri myndir í uppslagnum. Loftmynd av eini røð av bilum, sum steðgaðu á einum oyðiløgdum vegi við mannamongd rundan um.

Álopið fór fram í landslutinum Cauca, sum er eitt stríðsøki við stórari nøgd av kokaframleiðslu.

Landið hevur forsetaval í mai, og álopið er bara tað seinasta í eini bylgju av harðskapi. Óttast verður fyri, at valið 31. mai fer at hava við sær meira harðskap.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

Ein bussur brennur eftir eina bumbuspreinging nærhendis hernaðarstøð í Cali í Kolumbia fríggjadagin. (Savnsmynd) - Mynd: Joaquin Sarmiento/Ritzau Scanpix