Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar hjá 1. mansliði hjá Kyndli næsta kappingarár, og Kristian Martin Joensen, fyrrverandi venjari í svimjing, triathlon og kappróðri, verður kropsligur servenjari hjá hópinum og hvørjum spælara sær
Kyndilsliðið í bestu mansdeildini vann steypakappingina í 2014 og fekk bronsumerkir í landskappingini í ár. Hesum hava Hjalmar Klein Olsen, Geir Wardum og Finnur Hansson staðið á odda fyri.
Nýggja venjaratoymið hjá kyndilsmonnum fær til uppgávu at byggja á ta menning, sum teir tríggir hava framt, so kyndilsmenn kappingarárið 2015/2016 koma aftur í finalur. Menningin skal fremjast bæði kollektivt og individuelt, skrivar Kyndil.fo.
Bárður og Julian verða høvðusvenjarar. Bárður Johannesen er royndur spælari og hevur eisni verið í venjaratoyminum hjá Kyndli fyrr. Julian Johansen spælir við í ár og hevur roynt seg sum venjara hjá besta liðnum neistakvinnunum. Julian er 25 ára gamal.
Kristian Martin servenjari
Aftrat teimum báðum hevur Kyndil sett Kristian Martin Joensen sum kropsligan servenjara hjá mansliðnum. Kristian Martin hevur verið høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, knýttur at svimjilandsliðnum, vant bróðirin, Gudmund Joensen, í triathlon og vant eitt nú Argjabátin. Kristian Martin er útbúgvin diplomvenjari í ítrótti hjá Dansk Idrætsforbund. Royndir og dugnasemi
Nýggja venjaratoymið hevur á fundi avtalað, hvussu farið verður til verka, og málið er greitt: Kyndil skal í finalur næsta kappingarár, og so nógvir kyndilsmenn sum gjørligt skulu sum frálíður á a-landsliðið, sum ætlandi fer til verka aftur í næstum.