40.000 fólk flutt undan kemiskum dampum í Kalifornia

Umleið 40.000 fólk eru flutt úr heimunum í Kalifornia, eftir at ein goymslutangi við vandamiklum kemikalii er vorðin ov heitur og lekur damp út í luftina.

Kemiskur dampur lekur úr einum ovheitum goymslutanga í sunnara parti av Kalifornia. Umleið 40.000 fólk eru flutt úr økinum av trygdarávum. (Mynd: Caroline Brehman/Reuters)

Tað skrivar AP.

Tangin hoyrir til eina verksmiðju hjá GKN Aerospace í býnum Garden Grove í Orange County.

Í tanganum eru millum 22.700 og 26.500 litrar av methylmethacrylat, sum verður brúkt til at framleiða akrylplast og plexiglas.

Sambært sløkkiliðsleiðaranum í Garden Grove, Craig Covey, er bert ein spurningur um tíð, nær tangin annaðhvørt brestur ella fer at leka.

– Hesin tangin fer at broytast sundur, og vit vita ikki nær, segði hann sambært AP.

Myndugleikarnir hava givið boð um evakuering í Garden Grove og í fimm øðrum býum í Orange County, millum annað Anaheim og Westminster.

Í nátt varð roynt at steðga lekanum, men tað eydnaðist ikki.

Sambært myndugleikunum eru eingi fráboðað deyðsføll ella skaðatilburðir.

Seinni fríggjadagin upplýstu myndugleikarnir tó, at teimum hevði eydnast at fáa hitan í tanganum niður, so teir hava fingið meira tíð at finna eina loysn.

Sjúkrahúsleiðarin í Orange County ávarar um, at dampurin kann elva til trupulleikar við andadráttinum, sviða í eygunum, høvuðpínu og ilt í maganum.

 

Kemiskur dampur lekur úr einum ovheitum goymslutanga í sunnara parti av Kalifornia. Umleið 40.000 fólk eru flutt úr økinum av trygdarávum. (Mynd: Caroline Brehman/Reuters)